Fótbóltur

Positiv kanning í Slovan Bratislava-hópinum

Slovakar vilja tó ikki taka kanningarúrslitini hjá Thetis fyri fult, og leikarin verður kannaður aftur í dag. Hetta skrivar Norðlýsið.

Nýggir leikarar komu til landið í gjár úr Bratislava - sum skilst hevur onkur teirra tikið korona við (Mynd: jn.fo)

Nýggir leikarar komu til landið í gjár úr Bratislava - sum skilst hevur onkur teirra tikið korona við (Mynd: jn.fo)

2020-08-21 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er, eins og tað var týskvøldið, meira og meira ið bendir á, at tað verður eingin Champions League-dystur í Klaksvík á hesum sinni.

Hóast Slovan Bratislava fekk gingið ynskinum hjá UEFA, um at fáa nýggjar leikarar til Føroyar í gjár, á møti, so er knúturin framvegis ikki loystir. Sum skilst eiga fleiri av leikarunum, ið komu til landið í gjár, eftir føroyskum reglum, at verða tengdir at sóttarhaldi. Hetta er eisini tikið upp á fundi í gjár

Les eisini: KÍ - Slovan Bratislava: Framvegis ein ávis óvissa

Nú skrivar Norðlýsið eisini, at ein av leikarunum hjá Slovan Bratislava, ið kom til landið í gjár er testaður positivur fyri koronu. Miðilin hetta veit frá keldum.

Hetta merkir tó ikki, enn, at dysturin verður av ongum. Sambært Norðlýsinum vilja slovakar ikki taka kanningarúrslitini hjá Thetis fyri fult. Kanningarúrslitini frá í gjár vórðu nógv seinkaði, og tí slapp Slovan Bratislava ikki at venja í Klaksvík í gjárkvøldið.

Smittaði leikarin verður testaður aftur í dag. Landslæknin hevur fyribils ikki fleiri viðmerkingar til málið; hann vil ikki vátta ella avsanna, skrivar Norðlýsið, men sigur at meira verður at frætta um áleið tríggjar tímar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder