1/32-finalurnar í donsku steypakappingini hjá monnum vórðu spældar í gjár, týsdagin.
Føroyingafeløgini í 1. Division møttu liðum úr Danmarksseriuni. Hillerød og Vendsyssel greiddu eisini sína skyldu móti liðum, sum vanliga spæla tríggjar deildir undir teimum.
Poul Kallsberg skoraði, eins og umfarinum frammanundan, fyri Hillerød. Tað endaði 4-0 í dystinum móti Avarta, og 23-ára gamli vongurin úr Kolbeinargjógv skoraði málið til 3-0.
![]()
Byrjanin hjá Hillerød í næstbestu deildini hevur ikki verið góð - har er liðið aftast. Men Poul Kallsberg hevur skorað í báðum steypadystunum higartil (Mynd: Hillerød Fodbold)
Árni Nóa Atlason og Ari Olsen vóru í Aarhus, har Fuglebakken KFUM tók ímóti. Munurin var at enda ikki so stórur, 1-2, men víðari er Vendsyssel.
Nakað sum grannarnir AaB ikki megnaði í sama býi í gjár - teir fóru út móti liði úr Jyllandsseriuni: Vatanspor, við nógvum trukiskum tilflytarum og til dagliga í sætt/sjeyndbestu deildini, vann 2-1 á AaB eftir longda leiktíð.
Tað var 2-0 til Vendsyssel í steðginum. Tá fór Árni Nóa Atlason av vøllinum - mest sannlíkt fyri at sparast til landskappingardystin móti Esbjerg sunnudagin. Ari Olsen kom á vøllin, tá eitt korter var eftir. Høgri bakkurin er fastur maður hjá Vendsyssel.
Vendsyssel spælir sum sagt í Esbjerg sunnudagin 30. august, tá 6. umfar í næstbestu deildini er. Hobro vitjar Hillerød, sum skal royna at fáa fyrsta landskappingarsigurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald