Fótbóltur

Poul og sterkt liðavrik tryggjaðu Víkingi tjúgunda sigurin á rað

Strandingur skoraði einsamalla málið hjá oddaliðnum í Runavík - skálamenn og strandingar kunnu fegnast um lyklasigur á B68.

Poul Kallsberg gjørdist sigursharri við sínum fimta máli í Betrideildini í ár. Talan var um gott og snilt skot stutt uttanfyri brotsteigin við vinstrabeininum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg gjørdist sigursharri við sínum fimta máli í Betrideildini í ár. Talan var um gott og snilt skot stutt uttanfyri brotsteigin við vinstrabeininum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-29 22:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ gjørdi eina roynd og hevði nakrar fínarar møguleikar móti oddaliðnum, men Bárður á Reynatrøð bjargaði væl ímóti endanum, Arnbjørn Svensson og Atli Gregersen vóru nakrar ferðir væl fyri, og Víkingur fekk hol á og hildið tað heim við Løkin.

Í góðveðrinum var gott Víkinga-spæl í løtum, og NSÍ beit eisini frá sær. Útiliðið hevði fleiri góðar støður, men Kristian Joensen og NSÍ-verjan vóru fyri í nøkrum førum.

Í 64. minutti fann Poul Kallsberg tó nógv pláss í millumrúminum, 21-ára gamli vongurin tók eitt trekk og sendi stutt uttanfyri brotsteigin bóltin niður í nærra máhornið.

Tað endaði eisini +-1 við Løkin. Víkingur hevur framvegis fult stigatal og hevur samanlagt 20 sigrar á rað í Betrideildini. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur fleiri skaðar men er ein væl samansmíða eind. NSÍ er væl við í øllum dystum, liðið spælir. Tapini higartil hava øll verið við einum máli.

[object Object]
Varaliðformaðurin Karl Martin Johansen setti hol á fyri Skála við brotssparki (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Hinumegin fjørðin gjørdi Skála bart tíðliga. Eftir 17 minuttir var 2-0: Strandingarnir Karl Martin Johansen (brotsspark) og Dávid Johansen stóðu fyri málunum.

B68 hevur bert eitt stig og heldur ikki á Skála eydnaðist at samanseta avrik og mál. Skála økti til 3-0 um miðjan 2. hálvleik, og so gjørdist bert talan um troystarmál hjá Villiami Emil Klein í hesum lykladysti.

Skála er nú á sjey stigum - seks stig frá niðurflytingarstrikuni. B68 er undir henni enn, og trýstið at fáa stig er vaksandi fyri liðið av Tfotum.

Les eisini: Skelkur í Gundadali

Skála - B36 3-1 (2-0)
6' Karl Martin Johansen (brotsspark) 1-0
18' Dávid Johansen 2-0
67' Caros Felipe De Sousa Ferreira 3-0
72' Villiam Klein 3-1

NSÍ - Víkingur 0-1 (0-0)
64' Poul Kallsberg 0-1

B36 - ÍF 3-3 (2-3)
2' Kasper Sommerstedt 0-1
8' Vilmer Johannes Rønnberg 1-1
12' Kasper Sommerstedt 1-2
33' Jhon Mena 1-3
45' Bjarki Nielsen 2-3
48' Marius Kryger Lindh 3-3

07 Vestur - HB 0-3 (0-2)
3' Mathias Voss 0-1
44' Eivind Restorff Mouritsen 0-2
90+1' Eivind Restorff Mouritsen 0-3

Týsdagin 30. apríl
EB/Streymur - KÍ (18:00)

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 12 stig*
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig*
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder