Í Onglandi koyrir Premier League í hæddini við fleiri umførum rundan um høgtíðirnar um ársskiftið.
Í dag, nýggjársdag, verður hol sett á 21. umfar við trimum dystum í Premier League. Nú klokkan 12.30 spælir Everton móti Leicester City, klokkan 15 tekur Arsenal ímóti Fulham, og klokkan 17.30 spælir Tottenham í Cardiff.
Í annaðkvøld verða seks dystir á skránni, og mest spennandi av teimum er óiva, um tað fer at eydnast norðmanninum Ole Gunnar Solskjær at skaffa Manchester United sín fjórða sigur eftir at hann tók róðurstørnið eftir José Mourinho. Manchester United skal spæla á útivølli móti Newcastle United.
Hóskvøldið verður so seinasti dysturin í hesum umfarinum, og tað er dysturin, ið øll fótbóltsáhugað bíða spent eftir. Nevniliga, tá verandi meistararnir frá Manchester City taka ímóti Liverpool, sum hevur lagt seg klárt á odda í kappingini. Dysturin verður mettur sum veruliga styrkiroyndin, sum skal vísa, um tað endiliga fer at eydnast Liverpool at vinna Premier League. Seinast Liverpool var enskur meistari var í 1990, og tað var áðrenn kappingin fekk sítt núverandi navn, Premier League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald