Fótbóltur

Premier League: Í kvøld stendur stóra slagið

Meistararnir taka ímóti oddaliðinum.

2019-01-03 12:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Toppdystur er í Premier League í kvøld, tá seinasti dystur í 21 umfari verður spældur. Á Etihad Stadium í Manchester tekur Manchester City ímóti Liverpool.

Manchester City vann deildina sannførandi farna kappingarár og setti nýtt stigamet við 100 stigum. Roknað varð við, at Liverpool fóru at standa seg væl hetta kappingarárið, og at hesir vóru favorittar til at enda nummar tvey. Onkur einstakur væntaði, at Liverpool kanska fór at klára at leggja trýst á Manchester City, men at kappingarárið skuldi ganga sum tað hevur higartil, hevði eingin rokna við.

Nú liðini eru komin beint yvir helvt av kappingarárinum, liggur Liverpool á odda við sjey stigum niður til Manchester City. Liðini vóru annars rættiliga jøvn leingi, men við trimum tapum seinastu fimm dystirnar eru meistararnir dragnaðir eitt sindur. Liverpool hevur vunnið allar uttan tríggjar dystir, sum allir endaðu við javnleiki.

Dysturin í kvøld verður sera spennandi. Bæði liðini hava framúr álop, Manchester City hevur eina framúr góða miðju, meðan einki lið fyrr hevur fingið so fá mál ímóti sær eftir 20 dystum, sum Liverpool hevur í ár.

Fleiri meta eisini, at talan er um tveir teir bestu venjararnar í heiminum, sum bresta saman í kvøld. Alt er tí klárt til eina sera spennandi dyst, sum kann siga okkum nógv um hvussu kappingin verður restina av kappingarárinum.

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder