Tað verður í fyrsta lagi í juni, at tað verður møguligt at síggja Premier League fótbólt í Onglandi.
Tað framgongur av ætlanini um upplating eftir koronatiltøkini, sum bretska stjórnin legði fram í dag, skriva bretskir miðlar.
Professionell ítrótt verður ikki loyvd í Onglandi fyrr enn í fyrsta lagi 1. juni, framgongur av ætlanini.
Ensku Premier League feløgini skuldu í dag hittast fyri at tosa um, hvussu fótbóltskappingin kann byrja aftur eftir at hava verið niðurløgd í tveri mánaðir orsaka av korona farsóttini.
Í ætlanini hjá stjórnini – eitt skjal á 50 síður – framgongur tað, at tað í fyrsta lagið ikki verður loyvt áskoðarum at vera til staðar, tá professionellu ítróttagreinirnar byrja aftur 1. juni.
Premier League kappingin varð løgd still 13. mars, og enn vanta níggju umfør at verða spæld.
Liverpool FC liggur á odda í kappingini um meistaraheitið við 82 stigum, 25 stigum fleiri enn Manchester City á øðrum plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald