Síðsta vetur skifti hon frá HB til KÍ, og sum tølini hjá FaroeSoccer vísa, so fekk Rebekka Banbakoura nógv burturúr í Klaksvík. Havnarkvinnan skoraði 24 mál í 27 dystum fyri føroyameistararnar.
Nú leitar Rebekka heilt nýggjar leiðir. Heimasíðan bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at føroyski landsliðsleikarin hevur skrivað undir sáttmála við felag í bestu deildini í Grikkalandi.
Í nýggjastu útgávuni av blaðnum Ellivu tosaði Rebekka um tað at møguliga spæla uttanfyri landoddarnar, um gott høvi kom til tess. Hon greiðir soleiðis bolt.fo frá tilgongdini viðvíkjandi nýggja felagnum:
- Tað kom í lag, tí ein hevði fylgt gongdini hjá mær í eina tíð, kendi felagið og at tey høvdu brúk fyri einum áleypara. Síðan tóku tey samband og av tí, at kappingin er ígongd í Grikkalandi, gekk alt rættiliga skjótt fyri seg. Eg visti væl, at tá tað byrjaði at gerast ordiliga seriøst, so var valið egentliga tikið fyri meg, tí eg mátti royna hetta. Eg havi sjálv altíð sæð upp til fólk, ið hava búð í øðrum londum og havi sjálv vilja roynt tað síðan eg kann minnast, so hetta var bara til høgra beini, at eg bæði kann búgva her og spæla fótbólt fullatíð.
Rebekka Benbakoura í Nations League-dysti fyri Føroyar móti Kýpros (Mynd: Sverri Egholm)
GPO Kastorias liggur í løtuni á 9. plássi í besti griksu deildini. Har eru 14 lið. Tólv umfør eru spæld, so kappingin er nærum komin í helvt. Rebekka Benbakoura hevur gjørt sáttmála til kappingarenda, sum er í mai. Sambært styrkislistanum hjá UEFA yvir fremstu kvinnudeildirnar í Evropa liggur Grikkaland nummar 32. Føroyar eru næstniðast - á javnsettum 48. plássi. Hettta er bygt á evropeisk úrslit seinastu árini.
Rebekka Fjallsá Benbakoura hevur spælt 17 A-landsdystir. Hon hevur vunnið FM og steypakappingina og spælt 128 dystir í Betrideildini/steypakappingini og hevur skotið útvið 90 mál. Í fjør spældi Rebekka tveir Champions League-dystir fyri KÍ. Í 2020 fekk áleyparin krossbandsskaða, ið helt henni av vøllinum í útvið tvey ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald