Fótbóltur

Púra javnt undan seinnu hálvfinaluni

Liðini fingu eitt mál hvør við einum góðum langskoti hvør. Hvørt tað verður Real Madrid ella Manchester City, sum kemur í finaluna, verður greitt um eina viku. Milano-uppgerð er í kvøld.

Nógv frálíkir miðvallarar á vøllinum í gjárkvøldið - Kevin De Bruyne skoraði flott mál til 1-1 fyri City (Mynd: EPA)

Nógv frálíkir miðvallarar á vøllinum í gjárkvøldið - Kevin De Bruyne skoraði flott mál til 1-1 fyri City (Mynd: EPA)

2023-05-10 07:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta hálvfinalan í ársins Champions League kapping varð leikt á Santiago Bernabeu í gjárkvøldið. Real Madrid og Manchester City brustu saman, og teir 63.485 áskoðarnir, umframt milliónirnar ið fylgdu við gjøgnum ein skíggja, sóu sum væntað ein heldur varnan dyst - tó vóru sanniliga gott fótbóltsspæl og góðar atgerðir í løtum.

Real Madrid skoraði uppá sítt einasta skot uppá mál fyri steðgin. Heimaliðið hevði havt onkra støðu frammanundan, men tað var City, ið hevði yvirtakið, og Erling Håland kom til okkurt skot - annars hevð Real gott tamarhald á vandamikla norðmanninum. Talan var um heilt flott leiðslumál hjá Real Madrid. Camavinga og Modric spældu sínamillum í vinstru, Vinicius fekk bóltin inni á City-hálvuni, bjóðaði av, og úr umleið 25 metrum smekkaði hann bóltin í málið.

[object Object]
Kyle Walker helt Vinicius Junior væl í stórum løtum av dystinum...(Mynd: EPA)

[object Object]
Men vongurin úr Brasil kom til skot tíggju minuttir fyri hálvleik, og so var 1-0 (Mynd: EPA)

[object Object]
Kevin De Bruyne skoraði - eins og fyri trimum árum síðani - týdningarmikið mál á Santiago Bernabeu (Mynd: EPA)

Liðið hjá Pep Guardiola fekk svarað aftur í seinna hálvleiki, hóast tað nú var Real Madrid, sum hevði leikliga yvirvág. Tað var Kevin De Bruyne, sum smekkaði til, og talan var eisini um eitt ógvuliga flott mál. Carlo Ancelotti og aðrir úr Madrid-leguni vóru ónøgdir, tí teir sóu bóltin sum úti av síðulinjuni í uppspælinum

Tað endaði 1-1 á Santiago Bernabeu, og hetta hóskar helst City betri - bæði eftir dystargongdini og tí at talan var um útidyst. Útivallarmál telja ikki við longur, men onkursvegna liggur tað tó nú eitt sindur til liðið hjá Guardiola, sum kann avgerða alt við einum sigri á heimavølli um eina viku. Royndirnar og styrkin hjá Real Madrid skulu tó ikki undirmetast, og heimaliðið hevði onkrar góðar málmøguleikar seinastu løtuna í gjár, men Ederson var fyri.

Grannastríð um finalupláss

Í kvøld verður stórt brak í Milano. Har hittast grannarnir AC Milan og Inter Milan - eisini um seks dagar - og tá er Champions League-finalupláss uppá spæl. Inter Milan vann kappingina í 2010 undir José Mourinho og hevur ikki verið í finaluni síðani. Grannarnir hava vunnið stóru kappingina heili sjey ferðir, men seinasta finaluluttøkan hjá AC Milan var í 2007 (2-1 sigur á Liverpool).

Champions League - fyrru hálvfinalurnar
Í gjár, týsdagin 09.05
Real Madrid - Manchester City 1-1 (1-0)
36' Vinicius Junior (Eduardo Camavinga) 1-0
67' Kevin De Bruyne (Ilkay Gündoğan) 1-1

Í dag, mikudagin 10.05

20.00: AC Milan - Inter Milan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder