Annað

Ráðharri og konur sleppa ikki til HM-dyst

Danski mentamálaráðharrin og konurnar hjá donsku landsliðsleikarunum sleppa ikki til Russlands.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-01 13:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt flogfar, ið skuldi flyta danska mentamálaráðharran Mette Bock og 144 onnur, m.o. fleiri av konunum hjá donsku landsliðsleikarunum, til Russlands at hyggja eftir dystinum millum Danmark og Kroatia, fekk ikki loyvi at lenda á flogvøllinum í Keypmannahavn.

Tí verður ikki møguligt hjá teimum at sleppa til dystin kortini.

Tað sigur samskiftisleiðarin hjá danska fótbóltssambandinum, Jakob Høyer, við Politiken.

Flogfelagið Jordan Aviation, sum skipaði fyri ferðini, hevur játtað at endurrinda kostnaðin, men danska fótbóltssambandið ætlar eisini at krevja endurgjald fyri bílegging av bussum og aðrar útreiðslur, sum tey hava goldið í sambandi við túrin.

"Eg haldi tó, at tað ringasta er tey vónbrotnu fólkini, sum ikki sleppa til dyst," sigur Jakob Høyer.

Ferðafólkini náddu at tjekka inn á flogvøllinum í Keypmannahvan, áðrenn tey fingu boðini um, at tey ikki sluppu avstað kortini.

"Tí vóna vit, at Danmark vinnur í kvøld, so vit hava møguleikan at skipa fyri einum ørðum túri til fjórðingsfinaluna," sigur Jakob Høyer, ið leggur afturat, at verður skipað fyri einum øðrum túri, verður flogið við einum ørðum flogfelagi.

Dysturin millum Danmark og Kroatia verður spældur klokkan sjey í kvøld.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder