Fótbóltur

Raka ógvuliga sjáldan málið

Føroyar høvdu einki skot á pólska málið í gjárkvøldið, og tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki í 2023, at liðið hjá Håkani Ericson skapar ov lítið.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur higartil í ár spælt seks dystir og skorað tvær ferðir. Jóan Símun Edmundsson hevði stútara á mál í útidystinum móti Póllandi - síðstu tveir dystirnar hevur einki rakt innanfyri rammuna hjá mótsstøðuliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur higartil í ár spælt seks dystir og skorað tvær ferðir. Jóan Símun Edmundsson hevði stútara á mál í útidystinum móti Póllandi - síðstu tveir dystirnar hevur einki rakt innanfyri rammuna hjá mótsstøðuliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-13 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samanlagt sjey dystir - seks undankappingardystir og ein venjingardystur - og samanlagt tvey mál og fimm skot á málið hjá mótsstøðuliðnum.

Hetta eru heldur døpru hagtølini hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, sum nú hevur tapt seks dystir á rað. Hetta er longsta tíðarskeiðið uttan stig við núverandi venjaratoymi - í 2021 vóru eisini einaferð fimm undankappingardystir á rað við tapi.

Føroyar hava í 2023 sum so verið væl í øllum dystunum til tann seinasta partin, fyriuttan heimadystin móti Kekkia og øðrum hálvleiki. Tað hevur tó sum heild verið heldur trupult at skapa upplagdar málmøguleikar. Gamaní hevur liðið hjá Håkani Ericson í summum dystum rakt yvirleggjaran (Moldova heima) og havt skot beint framvið/uppum, og í gjár var til dømis ein støða, har ein pólskur verjuspælari ruddaði burtur í málteignum, so at ein føroyingur ikki fekk skot/stútara á.

Tó eru tað ov langar løtur, har Føroyar skapa ov lítið frameftir. Hetta viðurkenna teir eisini í landsliðsleguni - millum annað Jóannes Bjartalíð og landsliðsvenjarin.

Sí eisini:
Sølvi: - Skapa ov lítið

Dysturin í gjár, har Føroyar vóru í undirtali at kalla allan seinna hálvleik, var tann triði undankappingardysturin í ár, uttan eina føroyska roynd, sum noyddi málverjan hjá mótstøðuliðnum í gongd. Hetta er ikki nóg gott, hóast man er undirtippaður í allarflestu dystunum og spælir móti sterkari mótstøðu. Tað er eisini ein so umráðandi partur av eini dystarætlan, at man í øllum førum veruliga fær hótt til tíðir.

Hetta var nakað, sum eydnaðist so væl í dystum móti Danmark á serliga Tórsvølli, Skotlandi og Eysturríki heima, umframt Ísrael á útivølli, í EM-undankappingini í 2021. Eisini eydnaðist tá at skora tvær ferðir á heimavølli og vinna móti júst Moldova. Í síðsta mánaða byrjaðu Føroyar óguvliga væl móti Moldova, skaptu støður, raktu sum nevnt yvirleggjaran, men fánaðu síðani burtur, komu afturum og megnaðu ikki at leggja veruligt trýst á móti endanum.

Yvirlit yvir úrslit og skot á mál í 2023 - her verða stútarir roknaðir sum "skot" (Attempts on target)

Mars:
Moldova - Føroyar 1-1 
Skot á moldoviska málið: 2

Norðurmakedónia - Føroyar 0-1 (Venjingardystur)
Skot á norðurmakedónska málið: 0

Juni: 
Føroyar - Kekkia 0-3
Skot á kekkiska málið: 0

Føroyar - Albania 1-3
Skot á albanska málið: 2

September: 
Pólland - Føroyar 2-0
Skot á pólska málið: 1

Føroyar - Moldova 0-1
Skot á moldoviska málið: 0

Oktober: 
Føroyar - Pólland 0-2 (Føroyar í undirtali allan 2. hálvleik)
Skot á pólska málið: 0

Kelda: uefa.com, umframt flashscore.com

Tað eru ikki bert skot á mál, har tað haltar hjá Føroyum. Í skotroyndum sum heild og vandamiklum álopum hava mótsstøðuliðini í ár í so at siga øllum dystunum í ár verið greitt omaná. Hetta vísa tølini hjá UEFA. Í sonevndum xG (Expected Goals) hjá Føroyum stendur heldur ikki væl.Føroyar eru styrkismettar undir øllum hesum mótstøðuliðunum, fyriuttan Moldova, ið tó hevur yvirhálað føroyska landsliðið á ymsan hátt í ár.

Føroyar skoraðu í opnum spæli í Moldova í mars - eitt gott mál. Í juni stútaði Odmar Færø bóltin í málið á Tórsvølli móti Albania. Í løtuni eru tað einans Malta Gibraltar, Liktinstein og San Marino, ið hava skorað færri mál enn Føroyar í hesari undankappingini. Tey bæði fyrrnevndu hava skorað eitt mál hvør, hava spælt ein dyst færri og eru helst í samanalgt sterkari bólkum. Liktinstein og San Marino eru avgjørt botnurin av evropeiskum landsliðsfótbólti.

[object Object]
Odmar Færø skoraði móti Albania í juni, men tað hevur verið lítið at fegnast um, tá tað snýr seg um mál higartil í ár hjá føroyska A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Sunnudagin snýr tað seg um Kekkia á útivølli. Kekkar eru kroystir at vinna í stríðnum um at koma til EM. Føroyar megnaðu einki at skapa móti teimum á Tórsvølli í juni og ei heldur í venjingardystinum í Kekkia í fjør (5-0) Spurningurin er, um tað eydnast at hótta meira hesaferð.

Føroyska ferðalagið fer eftir ætlan avstað í kvøld, og Portalurin er við á ferðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder