EM-lagnan hjá átta liðnum varð avgjørd í gjárkvøldið. Helmingurin av liðunum spældu seg í endaspælið, ið verður komandi ár - hjá hinum fýra varð talan um stórt vónbrot. Allir dystirnir vóru sera tættir.
Playoff til EM-endspælið 2021
12.11
Georgia - Norðurmakedónia 0-1 (0-0
Norðurmakedónar skrivaðu søgu í Georgia, har londini stríddust fyri at koma í fyrsta endaspælið nakrantíð. Tað kom bert eitt mál í tætta dystinum. Tað var tíggju minuttir eftir hálvleik, at 37-ára gamli áleyparin Goran Pandev skoraði einsamalla málið í dystinum. Liðformaðurin spældi sín landsdyst nummar 114 í gjár, og við 36. landsliðsmálinum gjørdist hann hetjan
Norðurírland - Slovakia 1-1 (1-2 eftir longda leiktíð)
Slovakia blakaði sigurin í vanligu leiktíðini burtur við sjálvmáli í 88. minutti. Tað gav nýtt lív til heimliðið og longda leiktíð í Belfast. Norðurírar megnaðu tó ikki at spæla seg til annað EM-endaspæli á rað, tí tað gjørdu slovakar. Innskifti 32-ára gamli Michal Duris skoraði í 110. minutti, og so kundu slovakar fegnast í norðurírska høvuðsstaðnum.
Sera fegnir skotar í Serbia í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
Serbia - Skotland 1-1 (5-6 eftir brotssparkskapping)
Eins og Slovakia, vóru skotar sera nær við at avgerða alt í vanligari leiktíð. Leiðslumálið kom tíðliga í 2. hálvleiki, men í 90. minutti javnaði Real Madrid-áleyparin Luka Jovic til 1-1. Einki mál kom í longdu leiktíðini í Beograd, og so var brotssparkskapping. Har vóru skotar ísakaldur og skoraðu uppá øll síni fimm brotsspørk. Serbar skoraðu síni fyrstu fýra, men til tað avgerandi brotssparkið bjargaði David Marshall royndi frá Aleksandar Mitrovic. Stór løta hjá skotum, tí Skotland skal komandi ár spæla í einum endaspæli fyri fyrstu ferð síðani til HM 1998
Ungarn - Ísland 2-1 (0-1)
Ísland hevði møguleikan at spæla seg til til sítt triðja endaspæl á rað, og longu eftir tíggju minuttir í Budapest skoraði Gylfi Sigurðsson. Íslendingar høvdu tamarhald á tí, vardu væl, men so gekk galið seinastu løtuna: Ungarn skoraði tvey mál - eitt í 88. minutti og eitt í yvirtíðini. Eitt hjartaskerandi tap hjá íslendingum, nú fleiri av leikarunum hava síni bestu ár aftanfyri seg, og tað var so nær við, at tað aftur eydnaðist.
Harvið sleppa Norðurmakedónia, Slovakia, Skotland og Ungarn til EM-endaspælið 2021 sum tey seinastu liðini.
Fótbóltur
Rakk akkurat ikki hjá Íslandi í Ungarn
Íslendingar vóru á veg til EM í næstan 80 minutti. Skotland spældi seg til sítt fyrsta endaspæl í 22 ár, og tað var eisini dramatiskt í Norðurírlandi. Norðurmakedónia skrivaði søgu.
Gylfi Sigurðsson legði Ísland á odda á Puskas Arena, men tað helt ikki (Mynd: EPA)
2020-11-13 07:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald