Riga FC skal fyri fyrstu ferð í søgu felagsins spæla í einum deildarspæli/bólkaspæli, meðan hjá KÍ endaði tað sum í 2024: Við teprum tapi á útivølli í seinna dystinum í røkkstøkkumfarinum - eftir mál ímóti seint í dystinum.
Um hugt verður eftir dystunum, møguleikunum og hagtølunum er eingin ivi um, at tað betra liðið vann á Skonto leikvøllinum í kvøld.
Heimaliðið legði út sum eitt óløgi og kundi - og burdi - verið á odda eftir fyrstu tjúgu minuttirnar. KÍ var kroyst, men tað eydnast at standa ímóti, serliga takkað verið Mark Fabriuc Jensen í málinum.
Størsti møguleikin fyri steðgin kom annars nakað seinni, tá Riga var ógvuliga nær við at skora eftir deyðbólt. Bólturin var á veg í málið, Mark hevði ongan møguleika, men Páll Klettskarð stútaði burtur í evstu løtu.
KÍ hevði ongan málmøguleika fyri steðgin. Tað gekk ógvuliga striltið at fáa spælið við bólti at koyra á grasinum í lettiska høvuðsstaðnum. Teir hjá Riga vóru eisini ágangandi, lættir á fótum og fingu ov nógv pláss í løtum - tó gekst betri at vísa aftur sum hálvleikurin leið.
Keðilig mál ímóti - flott aftursvar
Lettiska liðið, við teimum mongu útlendingunum, legði eisini bragdliga fyri eftir steðgin og skjótt bragdaði.
Talan var um heldur tilvildarligt mál: Innlegg hjá Riga rakti Árna Frederiksberg, bólturin skrúðai nakað og kom við nógvari ferð. Gilli Rólantsson Sørensen rakti harvið ikki bóltin, tá hann skuldi rudda, og Riga-skotið rakti hin KÍ-miðverjan, Gaston Tellechea. Argentin kom javnan í trupulleikar í kvøld, men her kundi hann einki gera, og Mark Jensen í málinum varð eisini snýttur. 1-0.
So var mótbrekka hjá Magnusi Powell og hansara monnum. Næsta løtan var tó góð, og KÍ hótti nakað. Men so skifti heimaliðið út, og nýggir sterkir og kvikir mans komu inn. Í nøkrum førum var nær við, at 2-0 málið kom.
Men mitt í tungari løtu og miðskeiðis í 2. hálvleiki fór Jean Carlos de Brito avstað í vinstru. Brasilski bakkurin hevur havt sínar avbjóðingar í summar, og hevði tað serliga fyri steðgin í kvøld, men eftir góðan túr sendi hann bóltin væl innfyri. Árni Frederiksberg legði hegnisliga av til Páll Andrasson Klettskarð, sum setti bóltin heilt upp í málhornið við fyrstu-ferð skoti. Ógvuliga gott mál, 1-1 og lív í aftur.
Hetta var samstundis fyrsta evropeiska málið hjá KÍ í yvir 500 leikminuttir, umframt tað leysa - síðani júst Páll Klettskarð skoraði til 2-1 í Luksemborg í 1. umfari í Champions League. Og við hesum er 9'arin nú eisini einsamallur føroyskur evropeiskur toppskjútti við 16 málum. Eitt frammanfyri Árna Frederiksberg.
Reytt kort og fangaði alveringin hjá René
Dysturin hevði nú eitt annað skap. Meira trýst merkiskt á heimamonnunum, sum vóru í favorittleiklutinum áðrenn og tóktiskt at hava tamarhald. Nú lá tað til longda leiktíð.
Kolumbianski Andres Salazar misti tamarhaldi á sær sjálvum eftir nakrar nærdystir í vinstru, tá hann sllongdi armin í andlitið á Oussama Ali. KÍ-spælarin fekk gult kort í støðuni; tann hjá Riga FC fekk reytt kort: Eitt korter eftir av vanligari leiktíð, 1-1 og KÍ í yvritali.
Tíverri gjørdist næsta løtan myndin uppá partar av árinum hjá KÍ. Hóast føroyameistararnir ikki hava havt bestu fyritreytirnar hetta summari - við skaðum til lyklaspælarar, tættari dystarskrá og øðrum - so hava møguleikarnir avgjørt verið har at tryggja deildarspælið. Serliga móti Riga og Kauno Zalgirisi; bæði í mun til útgangsstøði eftir fyrra dystin á heimavølli (0-0 í báðum førum) og í løtum í seinnu dystunum í baltisku londunum. Men tað hevur ikki eydnast liðnum hjá Magnusi Powell at tikið av.
Hóast tvær góðar innlegsstøður, har Klettskarð og Sinyan Mansour vóru rímilgia nær við at fáa líkinda støður, so avgjørdi heimaliðið í 10 ímóti 11.
Fleiri av KÍ-spælarunum sóu troyttir út, og eftir 87 minuttirnar vóru einastu útskiftingarnar í miðverjuni.
René Shaki Joensen spældi fyri fyrstu ferð í 2026 meira enn 70 minuttir, og í 89. minutti fekk royndi landsliðsspælarin als ikki ferð á alveringina úr egnum brotsteigi. Ístaðin endaði bólturin mitt hjá Salah Oulad, sum var staddur á brotsteigarmarkinum. Hann kom inn í brotsteigin og revsaði náðileyst.
Tað vóru ikki stundir hjá KÍ-spælarunum at koma fyri, og ei heldur at svara aftur eftir eitt nærum hajrtaskerandi 2-1 mál. Tá komu tríggjar útskiftingar, men ein stútari hjá Deni Pavlovic eftir deyðbólt var besta støðan.
Teir hjá Riga FC vóru skarpari og hava nú seks spennandi evropeiskar dystir á skránni í heyst. KÍ'arnir ferðast til Føroyar við tungari kenslu, men skulu í næstu viku beint í FM-stríðið aftur, umframt spæla steypafinalu.
Conference League røkkstøkk umfar (play-off) - seinni dysturin
Hósdagin 27. august, Skonto Stadion
Riga FC - KÍ 2-1 (0-0) - Riga víðari eftir 2-1 samanlagt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald