Fótbóltur

Rakk ikki til Europa League-bólkaspæl

KÍ misti aftur tamarhaldið á dysti móti Sheriff Tiraspol, sum seinni hálvleikur leið, fekk ikki svarað aftur og tapti samanlagt við einum máli.

Sheriff Tiraspol avgjørdi uppgerðina í 74. minutti, tá KÍ ikki fekk fylgt við (Mynd: Sverri Egholm)

Sheriff Tiraspol avgjørdi uppgerðina í 74. minutti, tá KÍ ikki fekk fylgt við (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-31 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Tað eydnaðist ikki. Eins og í 2020 gjørdist Europa League bólkaspælið ein óforloystur dreymur, sum endaði við tapi á útivølli í avgerandi play-off dystinum. Munurin nú er, at Conference League er til, og at KÍ hevur vunnið sær rættin at luttaka í bólkaspælinum í tí kappingini við tveimum samanløgdum sigurin 

KÍ hevði annars javnað í 34. minutti, eftir at Sheriff legði seg á odda við bíligum brotssparki - har tað eisini var rangstøða áðrenn - og byrjaði eisini seinna hálvleik betri. Teir í bláum høvdu yvirskot. Tað eydnaðist at halda fast í bóltinum, halda Sheriff burtur og serliga eydnaðist at hótta við deyðbóltunum hjá Árna Frederiksberg. Patrick Da Silva hevði eisini naska roynd eftir vælspælt álop.

Les meira um fyrra hálvleik her

Sheriff Tiraspol hótti sjálvdan, men sum fráleið tók heimaliðið yvir. KÍ fekk so at siga ikki fatur á bóltinum, og fótfimu mótstøðuleikararnir skaptu trupulleikar fyri heldur moyru KÍ-spælararnar. 

Í 74. minutti gekk ikki meira, tá Sheriff fekk ov nógv pláss ymsastaðni. René Shaki Joensen hevur verið darvaður av lærkrikanum og skuldi skiftast út. Síðani kom ein renning innum hann og bólturin afturum hann. René megnaði ikki at fylgja við, og so var 2-1.

KÍ gjørdi eina roynd. Árni Frederiksberg rakti stongina í samband við fríspark(sinnlegg), og í 89. minutti stútaði Heini Vatnsdal hornainnlegg frá Árna beint framvið. KÍ vantaði seinasta yviskotið. 

Magne Hoseth og toymi valdu ikki at fara frá trimum í miðverjum fyrrenn í yvirtíðini. Teir fingu heldur ikki skift Páll Andrasson Klettskarð og/ella jokaran Jonn Johannesen inn nakað eftir málið, sum man annars hevði gjørt. Av tí at Vegard Forren gjørdist skaddur í fyrra hálvleiki, og Hallur Hansson kom inn eftir ein stóran tíma, varð bert ein útskiftingssstøðgur eftir (hevur tríggjar umframt hálvleikin). Sivert Gussiås og Mads Boe Mikkelsen stóðu til reiðar, tá málið til 2-1 kom, og pappír og annað vóru farin inn.

Niðurstøðan er, at KÍ aftur framdi eitt sterkt evropeiskt avrik, men at tað júst ikki rakk til meira í play-off umfarinum. Í morgin, fríggjadagin 1. september, verður lutakast til bólkaspælið í Europa League, sum verður søguligt fyri føroyskan fótbólt.

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í dag, hósdagin 31.08
Sheriff Tiraspol - KÍ 2-1 (1-1) - 3-2 samanlagt
16' Luvannor (br.) 1-0
34' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 1-1
74' Armel Zohouri 2-1

KÍ (5-4-1/3-4-3): 
Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren (20' Børge Petersen), René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva - Luc Kassi

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og Sivert Gussiås

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder