Fótbóltur

Hava svarað aftur í Tiraspol

Mótgongd hjá KÍ: Bíligt brotsspark ímóti og síðani ein útskifting. Tað eydnaðist tó Luc Kassi at javna eftir gott hornaspark.

KÍ-spælararnir fegnast saman, eftir at tað eydnaðist at javna til 1-1, sum er støðan í steðginum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-spælararnir fegnast saman, eftir at tað eydnaðist at javna til 1-1, sum er støðan í steðginum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-31 18:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Tað hevur verið ein hendingaríkur fyrri hálvleikur her í seinna Europa League play-off dystinum. 

Eftir bert 15 sekund fór alt ljósið á leikvøllinum av onkrari orsøk. Tað var burtur i tvey-trý sekund, men tað tók tveir minuttir at seta dystin í gongd. Helst var tað fyri at tryggjað, at alt var 100 prosent í lagi.

Síðani var Luc Kassi ógvuliga nær við eftir langt innkast, áðrenn Sheriff Tiraspol fekk møguleika úr spískum í næsta álopinum.

Sheriff hevur havt bóltin meira enn í fyrra dystinum, og eftir at KÍ ikki fekk fatur á bóltinum og kom úr trýstinum, varð brotsspark dømt. Dómarin metti, at René Shaki Joensen hevði traðkað á/felt mótstøðumann. Hesum vóru teir í bláum als ikki samdir í - teir hildu Sheriff-spælarin tveitti seg, og tað kundi sá tað út sum, hóast har var eitt lítið sindur av sambandi millum beinini. Eftir stuttan VAR-steðg, har høvuðsdómarin tó ikki fór út at hyggja, varð hildið fast í brotssparkinum, ið moldoviski Luvannor trygt umsetti til 1-0.

[object Object]
Eitt korter og 1-0 til heimaliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Nakrar minuttir seinni noyddist Vegard Forren skaddur av vølli. Børge Petersen hevur tó avloyst roynda norðmannin væl, og KÍ fekk reist seg. Í 34. minutti sendi Árni Frederiksberg eitt gróthart og beinrakið hornaspark inn úr høgru, og við fremru stong snittaði Kassi bóltin í málið til 1-1.

[object Object]
Eingin á heimaliðnum fekk fatur á Luc Kassi ella bóltinum...

[object Object]
...og í mun til í Molde fyri 16 døgum síðani fór bólturin inn

[object Object]

[object Object]
Og fagnaður á teimum í bláum (Myndir: Sverri Egholm)

Endliga fekk 10'arin hjá KÍ mál aftur - hann hevur verið heilt nær við í evropeisku dystunum Noreg og Svøríki eisini. Restina av hálvleikinum hendi ikki so nógv, og framvegis er alt púra opið, í mun til hvør fer í tað fínara bólkaspæli.

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í dag, hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1) - 2-2 samanlagt
16' Luvannor (br.) 1-0
34' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 1-1

KÍ (5-4-1/3-4-3): 
Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren (20' Børge Petersen), René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva - Luc Kassi

[object Object]

[object Object]
Nógvir nærdystir á grasinum í kvøld (Myndir: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder