Nummar 28 í heiminum hjá monnum U20 á 200 metrum. Hetta er ikki eitt so galið pláss at vera, men hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen er tað nakað at iðra seg um í kvøld.
Í innleiðandi riðlinum í Lima endaði Jónas á 4. plássi av teimum sjey. 18-ára gamli kvívíkingurin var tíggju hundraðpartar frá nummar trý, Hristo Ilev úr Bulgaria, sum var ein av teimum, ið rann seg víðari.
Slíkir eru marginalarnir í renning á serliga styttri teinunum. Jónas rann ikki heilt upp til sína bestu tíð á 200 metrum, men tíðirnar vóru ikki teir heilt góðu í Lima í kvøld, har tað var nakað av vindi.
Í roynd og veru var Jónas á hægri plássi samanlagt, enn hansara undantíð var. Føroyingurin, sum rennur fyri danska ungdómslandsliðið, endaði nummar 28 av teimum samanlagt 59 í kappingini (undantíðin var nummar 33). 24 teir fremstu sluppu víðari til hálvfinaluni.
Eitt vónbrot hjá Jónasi Isaksen, sum hevur verið darvaður av lærskaða í upptaktini.
Í annaðkvøld skal Eiri Jógvansson Glerfoss renna, sum partur av 100 metrar stafettini hjá Danmark í Peru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald