Fótbóltur

Rakul vann á gomlu liðfeløgunum

Súna Krossteig Hansen skoraði annars sjey mál í Ringkøbing. Jana Mittún og Pernille Brandenborg vóru við at vinna tættar sigrar.

Rakul Wardum og Ringkøbing vunnu sínu fyrstu stig í kappingarárinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum og Ringkøbing vunnu sínu fyrstu stig í kappingarárinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-21 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í 4. umfari í fremstu donsku kvinnudeildini var á skránni í gjár. Fýra feløg við føroyskum spælarum vóru í eldinum.

Tvey teirra hittust í Ringkøbing. Ajax-liðið var komið lang vegin til vestara part av Jútlandi. Har var Rakul Wardum við til at taka ímóti gamla liðið sínum, og ungi landsliðsmálverjin bjargaði umleið 30 prosentum av skotunum, ið komu móti sær.

Súna Krossteig Hansen, ið eins og Rakul er uppvaksin, skoraði sjey mál og var javnsettur toppskjútti í dystinum. Tað var tó ikki nóg mikið hjá Ajax, ið ikki megnaði at fylgja við sum seinni hálvleikur leið. Hetta vóru fyrstu stigini hjá Ringkøbing. Brynhild Pálsdóttir skoraði annars eitt mál av høgra vongi hjá Ajax.

[object Object]
Rakul Wardum og Súna Krossteig Hansen saman við Lív Poulsen í Ajax í fjør 

Viborg tapti í 2. og 3. umfari, men nú vunnu tær í grønum aftur ein tættan dyst. Hetta var í Skanderborg, har Jana Mittún gjørdi bart við millum annað fýra málum. Viborg var nær við at missa leiðsluna móti endanum, men fekk tvey stig við sær heim og hevur nú fýra stig.

Talan var eisini um eitt mál-sigur hjá Pernille Brandenborg og København Håndbold. Talan var um eitt óvæntað úrslit móti Ikast í Keypmannahavn, har heimaliðið misti eina stóra leiðslu fyri síðani at fáa yvirtakið aftur móti endanum. Mál í síðsta álopinum tryggjaði Pernille og liðfeløgunum tvey flott stig. Føroyska strikan skoraði tvær ferðir.

[object Object]
Pernille Brandenborg kundi fegnast í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

4. umfar í fremstu donsku deildini - "føroysku dystirnir"

Ringkøbing Håndbold – Ajax København 33-26 
(15-14)
Rakul Wardum: 29 prosent (bjargingar)

Súna Krossteig Hansen 7 mál og 3 upplegg
Brynhild Pálsdóttir 1 mál

Skanderborg Håndbold – Viborg HK 28-29 (14-14)
Jana Mittún: 4 mál og 3 upplegg

København Håndbold – Ikast Håndbold 30-29(15-13)
Pernille Brandenborg 2 mál

Øll stigatalvan sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder