Fótbóltur

Rakul Wardum varð vald sum besti spælari hjá Føroyum

Føroyski málverjin hevði nógvar stórbjargingar - serliga tíðliga í dystinum móti Montenegro, og tá Føroyar fingu tamarhald á aftur seinni í 1. hálvleiki.

Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum spældu ógvuliga væl fyri steðgin - her fegnast tær báðar úr bestu donsku deildini við uppruna í Kyndli saman eftir stórbjarging (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum spældu ógvuliga væl fyri steðgin - her fegnast tær báðar úr bestu donsku deildini við uppruna í Kyndli saman eftir stórbjarging (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-18 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld kundu tey umleið 2500 við Tjarnir, ella í øllum førum tey við Sona-appini, velja dagsins spælara hjá Føroyum.

Í einum føroyskum avriki, sum fall eftir steðgin, vóru nøkur boð. Valið fall á málverjan.

Rakul Wardum byrjaði dystin framúr væl og stóð við nakað yvir 30 prosentum fyri steðgin.

Tað var millum annað 23-ára gamla málverjanum úr Ringkøbing at takka, at Froyar vóru á odda 5-2 eftir sjey minuttir, og eisini skjótt komu afturíaftur í fyrra hálvleiki.

[object Object]

Rakul Wardum hevði fleri stórar bjargingar - uppá nærskot frá striku og vongum - og var eisini við at seta spælið í gongd skjótt nakrar ferðir.

Í 2. hálvleiki hevði verjan ikki eins gott fatur á, og hóast nakrar fínar bjargingar, so fullu prosentini hjá Rakul í truplu umstøðum.

Rakul Wardum spældi umleið 50 minuttir av dystinum móti Montenegro. Sambært EHF bjargaði hon átta ferðir, men tølini hjá Portalinum/FM1 siga tíggju bjargingar.

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
Føroyar - Montenegro 26-32 (14-14)

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 6 mál
Pernille Brandenborg 5 mál
Súna Krossteig Hansen 4 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Elsa Egholm 1
Bjarta Osberg Johansen 1 mál
Rannvá Olsen 1 mál
Maria Páldóttr Nólsoy 1 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 1 mál

Fleiri hagtøl her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder