Fótbóltur

Ramsey verður Juventus-leikari

Sky Sports skrivar í morgun, at miðvallarin hjá Arsenal skiftir til italienska stórfelagið fyri einki í summar.

Aaron Ramsey skorar her fyri Arsenal í dysti móti Fulham 1. januar
(Mynd: EPA)

Aaron Ramsey skorar her fyri Arsenal í dysti móti Fulham 1. januar (Mynd: EPA)

2019-01-10 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aaron Ramsey kom til Arsenal úr Cardiff í 2008, tá hann var 17-ára gamal. Tann nú 28-ára gamli walisin hevur spælt 252 Premier League dystir, har hann hevur skorað 52 mál. Hansara framtíð hevur í longri tíð veirð óviss, tí hann ikki hevur viljað longt við felagið. Sáttmálin millum Arsenal og Ramsey gongur út í summar, og nú tykist greitt, at framtíðin hjá miðvallaranum liggur í Torino.

Ramsey hevur ynkst at fáa hægri løn; á støði við tað sum Mesut Özil fær. Týskarin longdi sín sáttmála fyri einum ári síðani, tá hann bert hevði nakrar fáar mánaðir eftir av fyrrverandi avtaluni, og sá út til at vera á veg út úr felagnum. Hetta var eisini ein trupulleiki viðikjandi Alexis Sanchez, og nú er tað Ramsey, ið Arsenal noyðist at gjalda eina stóra løn til fyri at halda uppá, ella ongar pengar fáa burturúr fyri at lata hann skifta. 

Í seinasti viku skrivaði Sky Sports, at Ramsey heldt vildi skifta til Juventus, ið hevði víst áhuga fyri orkuríka miðvallaranum. Juventus er greitt oddalið í Serie A og er á veg at vinna meistaraheiti áttanda árið á rað. Liðið hevur í fleiri førum seinastu árini megnað at heint dygdarleikarar fyri lítð ella einki, og nú sær Aaron Ramsey út til at gerast næstur í tí røðini. Sambært stóra ítrottarmiðlinum eru viðurskifitni millum partarnar komnir uppá pláas, og hann gerst Juventus-leikari eftir kappingarenda.

Walisiski leikarin hevur vunnið FA Cup tríggar ferðir við Arsenal. Í tveimum av teimum førunum gjørdist hann matchvinnari; í 2014 móti Hull og í 2017 móti Chelsea. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder