Annað

Rani og Aron til EM í amboðsfimleiki

Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen umboða Danmark til EM í amboðsfimleiki. Kappingin byrjar hósmorgunin.

Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen (Mynd: Fimleikasamband Føroya)

Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen (Mynd: Fimleikasamband Føroya)

2022-08-17 07:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir báðir bestu mansfimleikararnir vit hava í Føroyum, Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen, eru farnir til München í Týsklandi at umboða Danmark til EM í amboðsfimleiki.

Fyrireikingarvenjing ella podiumvenjing var í gjár, og kappingin hjá monnunum byrjar hósmorgunin klokkan 9 føroyska tíð. Aron skal kappast í øll amboðum (allround) og Rani fer at kappast á gólvi, skrivar Fimleikasambandið á heimasíðuni.

Rani og Aron hava sín uppruna í HF og Rani er har enn. Aron venur í Danmark hjá Gefion, nú hann gongur í skúla í Keypmannahavn.  

Sum nakað nýtt er EM góðkenningin til HM, sigur Fimleikasambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder