Fótbóltur

Rannvá takkaði fyri seg við enn einum gulli

Hon er greitt nummar eitt á listanum yvir føroyskar vaksnamannaspælarar, tá tað kemur til mál. 42-ára gamla klaksvíkskvinnan fekk leygardagin FM-gull um hálsin fyri 23. ferð eftir sín seinasta dyst á hægsta stigi í Føroyum.

Rannvá Biskopstø Andreasen hevur skorað mál sum eingin annar. Her hevur hon skorað flott mál í Gøtu - eftir upplegg frá tvíburðasystrini. Báðar vóru yvir 40 ár. Nú fer Rannvá

Rannvá Biskopstø Andreasen hevur skorað mál sum eingin annar. Her hevur hon skorað flott mál í Gøtu - eftir upplegg frá tvíburðasystrini. Báðar vóru yvir 40 ár. Nú fer Rannvá "all-inn" á venjaraleiðini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-17 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samanlagt 729 mál. Hetta vísir samanteljingin, sum Norðlýsið hevur gjørt útfrá tølum hjá FaroeSoccer og FSF. 

[object Object]
Flottu tølini hjá Rannvu fyri KÍ - umframt hetta hevur hon 56 skrásettar A-landsdystir og 26 mál (Mynd: FaroeSoccer)
 

Hetta villa talið av málum hevur Rannvá Biskopstø Andreasen skorað fyri KÍ og Føroyar í "bert" 660 dystum og yvir 29 kappingarár, sum fyriuttan eina rúgvu av málum, góðum uppleggum og flottum atgerðum á vøllinum, hava verið fylt av gyltum løtum.

Í mun til gull og steyp er Rannvá eisini heilt har uppi í føroyskum fótbólti. Nummar níggju hjá KÍ hevur í ár vunnið sítt føroyameistarheiti nummar 23, og hon eigur 16 steypagull - øll hesi árini vann KÍ greipuna. Hon hevur spælt 29 kappingarár. Umframt hetta hevur Rannvá Andreasen verið við til at skotið KÍ til sigrar og stig í Champions League, sum liðið hevur spælt í meginpartin av øldini.

Hon byrjaði í vaksnamannadeildini sum bert 14-ára gomul í 1995. Nærum síðani hava Rannvá og tvíburðasysturin, Ragna Patawary, verið ímyndir av KÍ, sum í stórt tíðarskeið hevur verið nærum einaráðandi í kvinnufótbólti.

[object Object]
Rannvá Biskopstø Andreasen (t.v.) og Ragna Patawary (t.h) hava vunnið eina rúgvu av steypum. Seinastu árini hevur Jórun, dóttur Ragnu, eisini verið við (Mynd: Sverri Egholm)
 

Nú er Rannvá Biskopstø Andreasen 42 ár, og stutt undan seinasta landskappingardystinum hjá KÍ um vikuskiftið kunngjørdi lokali miðilin í Klaksvík, at fremsti kvinnuligi spælarin nú gevst á hægsta stigi. 

Skaðar hava órógvað seinastu árini, og talið av minuttum og málum er nátúrligt farið niður. Rannvá hevur tó framvegis gjørt mun í fleiri dystum fyri KÍ við sínum gylta vinstra fóti, stóra spælskilið og sterka vinnaravilja - tað seinasta tykist vera nakað, ið avgjørt er smittað av á nú væl yngri KÍ-hópin.

Fyrr í ár kom Rannvá uppum 700 mál fyri barndómsfelagið KÍ, ið hon hevur lagt so nógva orku í. Rannvá Biskopstø Andreasen hevur í nógv ár verið virkin sum ungdómsvenjari og tekur nú A-venjaraprógv.

Landsliðstíðin kom á enda á Tórsvølli í mars 2020 - sjálvandi við einum máli ið tryggjaði Føroyum javnleik. Hetta var gott skot í venjingardysti móti Estlandi. Leygardagin mynstraði Ranna Biskopstø Andreasen av í Betrideildini. Hetta var í dysti móti HB, har KÍ vann 2-0 og aftaná fekk FM-steypið og enn eitt sett av gullkrónum. Nummar níggju spældu seinastu 22 minuttirnar í einari ómetaliga flottari tíð sum fótbóltsspælari.

[object Object]
Rannvá verður fagnað eftir seinasta málið - í seinasta dystinum - á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder