Rasmus Nolsøe sum hevur spælt nógvar dystir fyri besta liðið hjá HB legst afturat venjaratoyminum hjá Víkingi hetta kappingarárið.
Hann var hjálparvenjari hjá HB árini 2017 til 2019, men fer nú at hjálpa besta liðnum hjá gøtumonnum og leirvíkingum.
- Rasmus er tvøramaður og spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini fyri TB, har hann m.a. skoraði sítt fyrsta mál fyri besta liðuð ímóti júst GÍ í steypadysti í 2001. Rasmus er sonur navnframa Ásmund Nolsøe, annan av Nolsøe tvíburðunum, sum spældu við TB liðnum, sum var í velmaktini síðst í 70unum og fyrst í 80unum, skrivar Víkingur á heimasíðuni.
- Nú er Rasmus búsitandi í Havn, og hevur hann eisini leikt nógvar dystir fyri besta liðið hjá HB, har hann eisini hevur verið hjálparvenjari hjá besta liðnum - seinast í 2019.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi og Rasmus Nolsøe (Mynd: Víkingur)
Jóhan Petur Poulsen er høvuðsvenjari hjá Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald