Hondbóltur

Rasmus Rygaard Poulsen verður venjari hjá kvinnum og ungdóminum hjá H71

Sum Portalurin skrivaði, so er nýggjur venjari í Hoyvík. 38-ára gamli danin hevur, umframt royndir í heimlandinum, verið í Rumenia og Slovakia sum venjari. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving og hevur verið við at vunnið Champions League.

- Eg gleði meg til at gerast partur av tí fantastisku hondbóltsmenningini og hondbóltsfeprinum sum er í Føroyum, har eg síggi H71 sum ein av størstu aktørum bæði há kvinnum og monnum, sigur Rasmus Rygaard Poulsen við síðuna hjá felagnum (Mynd: H71)

- Eg gleði meg til at gerast partur av tí fantastisku hondbóltsmenningini og hondbóltsfeprinum sum er í Føroyum, har eg síggi H71 sum ein av størstu aktørum bæði há kvinnum og monnum, sigur Rasmus Rygaard Poulsen við síðuna hjá felagnum (Mynd: H71)

2025-07-09 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so hevu H71 nú funnið avloysaran hjá Simon Olsen. H71 og Simon gjørdu fyrr í ár sáttmála um, at 31-ára gamli danin skuldi venda aftur til Hoyvíkar - sum venjari hjá besta kvinnuliðnum og sum ábyrgdari fyri gentusíðu felagsins.

Simon Olsen valdi tó fyrr í summar at ógilda avtaluna av persónligum ávum. Nú hevur H71 sett ein annan dana í tretivuárunum til líknandi uppgávu. Felagið boðar fyrrpartin frá, at Rasmus Rygaard Poulsen hevur gjørt avtalu við H71 um, at hann verður høvuðsvenjari hjá H71 kvinnum, 1. deild og G18. Somuleiðis skal hann venja og menna ungdómin hjá felagunum.

Talan er um ein mann við nógvum venjararoyndum - bæði í Danmark og longuri eysturi.

- Í 2016 tók Rasmus EHF Master Coach-útbúgvingina, sum er hægsta venjaraútbúgving innan hondbólt. Sama ár var hann hjálparvenjari hjá rumenska CSM Bucureşti, tá ið liðið vann Champions League. Umframt at hava bæði Master Coach-útbúgving og vunnið Champions League, hevur Rasmus eisini verið venjari hjá Ajax København, Skövde HF (Svøríki, red.), SCM Ramnicu Valcea og sum ungdómslandsliðsvenjari í bæði Slóvakia og Rumenia.

Tað er ikki ofta, at ein venjari við slíkum lívsrensli kemur til føroyskan hondbólt - sum skilst hevur Kyndil eisini ein á veg til kvinnurnar og ungdóm - men tað vísir, at føroyskur hondbóltur hevur fingið atdráttarmegi. Hetta vísir Rasmus sjálvur á.

- Eg gleði meg til at gerast partur av tí fantastisku hondbóltsmenningini og hondbóltsfeprinum sum er í Føroyum, har eg síggi H71 sum ein av størstu aktørum bæði há kvinnum og monnum. Frá teimum yngstu til tey elstu, er stórt potentiali og talent, sum eg gleði meg nógv til at seta mín dám á - og saman at halda fram við hesum fantastiska hondbóltsævintýri.

Í H71 eru tey eisini ógvuliga fegin um nýggja venjaran.

- Eg eri sera væl nøgd við, at vit fáa Rasmus til H71. Rasmus kemur við drúgvum royndum, sum eg eri vís í, at vit fara at fáa stóran ágóða av. Eg eri sera stolt av menningini, sum vit sum felag eru í,  og eg eri vís í, at Rasmus kann hjálpa okkum at taka enn fleiri stig í á somu kós, sigur Anna Dam, forkvinna við síðuna hjá H71.

Kvinnurnar hjá H71 vunnu føroyameistaraheiti - fyri triðju ferð uppá fýra ár - júst farna kappingarár. Hetta var undir leiðslu av Gilla Lorenzen og seinastu tíðina Helga Hildarson Hoydal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder