Real Madrid kann 1. juni vinna Champions League/Europea Cup fyri meistaralið fyri 15. ferð. Hetta er greitt, eftir at spanska høvuðsstaðarfelagið í gjárkvøldið vann 2-1, tá Bayern München vitjaði í seinnu hálvfinaluni.
2-2 varð úrslitið í München, og tað gjørdist eisini spennandi heilt til endans í Madrid.
Alponso Davies legði útiliðið á odda við flottum máli eftir mótálop hjá Bayern München miðskeiðis í 2. hálvleiki. So var trýst á Real Madrid, ið skuldi trýsta.
Loysnin var at seta 34-ára gamla Joselu inn, tá tíggju minuttir restaðu í. Hann gjørdi júst tað, sum ein áleypari skal gera tvær ferðir og sendi harvið Real Madrid víðari.
Joselu fagnaður av Jude Bellingham (Myndir: EPA)
Fyrst var tað í 88. minutti, tá Manuel Neuer onkursvegna ikki helt skoti frá Vinicius Junior. Tá fylgdi Joselu væl upp, og tríggir minuttir seinni varð hann púra fríur og skuldi bert seta innarusíðuna á. Fyrst var rangstøða dømt í støðuni, men VAR kom inn. Tað sá ógvuliga tepurt út men sá eisini út til at vera í lagi, at tað varð broytt til í eitt mál.
Real Madrid helt leiðsluna hóast langa yvirtíð. Eitt kolldømt mál var eisini, har rangstøða varð dømd móti Bayern tíðliga, og VAR harvið ikki kundi nýtast. Hetta sá ivasamt út, týskararnir vóru ógvuliga ónøgdir, men 2-1 endaði tað og harvið eingin týsk finala.
Borrussia Dortmund skal royna at basa Real Madrid á Wembley 1. juni, har Carlo Ancelotti og hansara menn vera favorittar. Real hevur vunnið kappingina fimm ferðir seinastu tíggju árini.
Sí eisini: Dortmund er annað finaluliðið
Carlo Ancelotti, Real Madrid og Champions League ganga hond í hond (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald