Spanska kongafelagið, Real Madrid, spældi seg í gjárkvøldið í finaluna í heimsmeistarakappingini fyri fótbóltsfeløg, tá liðið vann 3-1 a japansku Kashima Antlers í hálvfinaluni.
Hesi bæði feløgini hittust í finaluni fyri tveimum árum síðani í eini finalu, sum Real Madrid vann eftir longda leiktíð, men Gareth Bale syrgdi fyri, at eingin slíkur spenningur varð hesaferð.
Gareth Bale skoraði øll trý málini hjá Real Madrid. Málini hjá Gareth Bale komu í 44., 53., og 55. minutti, og tí var aldrin ivi um hvat lið fór víðari til finaluna. Kashima Antlers megnaðu at minka um munin, tá Shoma Doi skoraði í 78. minutti.
Real Madrid spælir móti Al-Ain úr Sameindu Emirríkunum í finaluni. Al-Ain vann sína hálvfinalu eftir brotssparkskapping móti suðuramerikansku meistarunum úr River Plate.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald