Real Madrid hevur havt eitt vánaligt kappingarár. Í ongum av kappingunum hevur spanska kongafelagið megna at bjóðað av um steyp. Í La Liga endaði Real Madrid heili 19 stig aftanfyri Barcelona, ið endurvann meistaraheitið í stórum stíli, og í Champions League sló Ajax trýfaldu meistararnar út á Santiago Bernabeu.
Zinedine Zidane kom aftur í venjarasessin, tá so at siga einki var at spæla fyri, og úrslitini hava heldur ikki verið góð undir franska venjaranum. Nú skal ein endurreisn fyrireikast, og tað veðrur nakað av broyting í leikarahópinum. Keylor Navas tykist at hava spælt fyri felagið fyri seinastu ferð, og Zidane hevur úttalaða seg um, at Gareth Bale ikki passar heilt inn á liðið og nógv kritiseraði walisin heldur helst ikk ifram.
Umráðandi leikarar halda tó fram, og nú er greitt, at 29-ára gamli miðvallarin Toni Kroos hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Týskarin hevur síðani skiftið frá Bayern München vunnið 11 steyp við felagnum, og hann hevur verið ein umráðandi partur av hesum við sínum støðuga spælið á miðvøllinum.
Í fjør vóru søgur frammi um, at m.a. Manchester United royndi at fáa fatur á Kross, men hann fer ongan veg fyribils. Nýggi sáttmálin bindur partarnar saman til og við summarið 2023.
Fótbóltur
Real Madrid longt við Kroos
Tað verður nakað av útskifting i spanska høvuðsstaðnum í summar, men stinni týski miðvallarin heldur fram.
Toni Kroos jagstrar her Messi, og Real Madrid skal royna at fáa yvirtakið aftur frá júst Barcelona (Mynd: EPA)
2019-05-20 19:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald