Fótbóltur

Real Madrid og Manchester City hava fyrimunin

Liverpool fekk eitt útivallarmál, men tað er mótbrekka hjá Klopp og hansara monnum. Tað er tað eisini hjá Haaland og Dortmund.

Vinicius gjørdist stóri leikarin í Madrid í gjárkvøldið við tveimum málum í 3-1 sigrinum á Liverpool (Mynd: EPA)

Vinicius gjørdist stóri leikarin í Madrid í gjárkvøldið við tveimum málum í 3-1 sigrinum á Liverpool (Mynd: EPA)

2021-04-07 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í Champions League vórðu leiktar í gjárkvøldið, og undan teimum var stórur spenningur.

Í Madrid var Liverpool á vitjan. Talan var ikki um dyst fyri stórari mannfjøld á mæta Santiago Bernabeu. Tað er framvegis undir umbygging, og áskoðarar sleppa framvegis ikki til stórar dystir kring Evropa. Dysturin varð, sum allir aðrir Real Madrid-dystir síðani koronafarsóttin rakti, spældir á Alfredo Di Stéfano Stadion, ið er munandi minni. Tað er har, eykaliðið vanliga spælir.

Tað var heimaliðið, ið var meira vandamikið. Liverpool hevði bert eitt skot á mál allan dystin. Tað var tað hjá Mohammed Salah, sum kom fimm minuttir eftir hálvleik, og eftir at eitt skot hjá Jota varð blokerað. Tað eydnaðist Salah at fáa bóltin í málið, so at tað gjørdist 2-1. Nakað fyri steðgin høvdu Junior Vinicius og Marco Asensio skorað fyri heimaliðið. Tað var Toni Kroos, ið sendi brasliumannin avstað við frálíkari alvering. Asensio gjørdist púra fríur, eftir at tað fullkomilga miseydnaðist hjá Trent Alexander-Arnold at stúta bóltin burtur - næstan beint áðrenn sá tað annars út til, at Sadio Mane átti klárt fríspark í hinum endanum. Báðir kantleikarnir hjá heimaliðnum fingu lættliga sent bóltin framvið Allison.

Hóast Liverpool kom aftur í dystin, so var heimaliðið bara omaná. 3-1 málið kom eftir gott uppspæl úr høgru, og Vinicius var til reiðar í brotsteigin. Harvið skal Liverpool skorað minst tvær ferðir á heimavølli um eina viku men størsti trupulleikin verður helst at verja fyri.

[object Object]

Haaland og Reus fegnast eftir góða og týdningarmikla 1-1 málið...

[object Object]
Men gleðin var stokkut, tí Phil Foden gjørdi um seg (Myndir: ePA)

Borussia Dortmund skuldi verja fyri meginpartin av dystinum á Etihad leikvøllinum í Manchester. Hetta eydnaðist í stórum pørtum heilt væl, tí heimaliðið hevði ikki so nógvar stórar møguleikar. Tað, sum teir í týsku leguni kunnu irða seg mest um, var hátturin ið 1-0 málið kom uppá, og tíðspunktið tá 2-1 málið kom.

Tað var Emre Can, ið misti bóltinum í uppspælinum eftir 18 minuttir, og so gekk skjótt. Tað var Kevin de Bruyne, ið revsaði við kassa eitt. Tá komið var til 90. minutt, var støðan 1-1. Dortmund fekk ikki mál, tá Jude Bellingham vann bóltin reint frá City-málverjan Ederson í fyrra hálvleiki. Tað var heldur ikki Erling Haaland, ið sum vanligt skoraði í Champions League. Norðmaðurin spældi tó væl Marco Reus frían í 84. minutti, og royndi liðformaðurin tryggjaði Dotmund eitt útivallarmál og tykist at hava tryggja eitt frálíkt úrslit á útivølli.

Liðið hjá Guardiola fekk tó seinasta orðið, tá fyrrverandi Dortmund-leikarin Ilkay Gündogan, ið var vælleikandi, í brotsteignum fann Phil Foden, ið setti fótin á. Harvið hevur City fyrimunin, áðrenn spælast skal í Týsklandi um eina viku. 

Hini fýra liðini spæla sínar fyrru fjórðingsfinalur í kvøld. Í Suðurtýsklandi bresta finaluliðini frá í fjør saman.

Fjórðingsfinalurnar í Champions League
Týsdagin 06.04 - í gjár
 
Real Madrid - Liverpool 3-1 (2-1)
27' Junior Vinicius 1-0
36' Marco Asensio 2-0
51' Mohammed Salah 2-1
65' Junior Vinicius 3-1

Manchester City - Borussia Dormund 2-1 (1-0)
19' Kevin De Bruyne 1-0
84' Marco Reus 1-1
90' Phil Foden 2-1

Mikudagin 07.04 - í kvøld
20.00: Bayern München - PSG
           FC Porto - Chelsea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder