Annað

Rebekka Fuglø Poulsen vann á 800-metra teininum í Malmo

Rennarin úr Norðdepli vann á svia og dana við sínum eyðkenda endaspurti og kláraði væl og virðiliga kravtíðina fyri Oyggjaleikir.

Rebekka stendur seg sum oftast best í miðteininum, og í stóru kappingini í Svøríki í vikuskiftinum tryggjaði royndi rennarin úr Treysti sær gull

Rebekka stendur seg sum oftast best í miðteininum, og í stóru kappingini í Svøríki í vikuskiftinum tryggjaði royndi rennarin úr Treysti sær gull

2023-02-02 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti, 28 – 29. januar, var stór kapping í frælsum ítrótti í Malmö, sum ber heitið Atleticumspelen 2023. Hon var hildin í høll í suðursvenska býnum, sum er gjørd til júst frælsan ítrótt. Talan var um eina snotiliga høll, har breytin er 200 metrar. Rennikappingarnar blíva ofta meira inntensar innandura, orsakað av, at tað ikki er líka nógv pláss á breytini

Ein av luttakarunum var Rebekka Fuglø Poulsen úr Norðdepli. Hon hevur seinastu árini runnið til alskyns kappingar og á styttri og longri teinum, umboðandi Treystið úr Klaksvík. Sterkastu úrslitini eigur 29-gamli rennarin tó í miðteinunum, og í Malmø var tað á  800 metra-teininum, at hon skuldi royna seg.

Rebekka kappaðist í A-bólkinum, ið er tann sterkasta riðilin hjá kvinnum, og var hon væl uppløgd - og sjálvandi í gulu klæðunum hjá Treystinum - tá hon gekk ímóti startlinjuni. Sum vit hava fingið greitt frá, so var stutt eftir startskotið greitt, at talan helst fór at vera háspenning og eina harða kapping millum tríggjar: Ellen Christensen úr Frederiksberg IF í Danmark, Sara Liljegren úr svenska IS Göta og síðani Rebekku Fuglø Poulsen úr Treystinum.

Tempoðið er høgt, sum boðar frá góðum tíðum, og Sara og Rebekka elta Ellen, sum beinanvegin leggur seg á odda.

Hendan støðan er galdandi í trý tey fyrstu umførini, men í síðsta umfarið, tá góðir 100m eru eftir, ætla Sara og Rebekka sær framum Ellen. Tað er tá, at Rebekka kemur við sínum eyðkenda rykki og leggur báðar afturum seg í síðsta svinginum og vinnur harvi við áleið einum sekundi.

Við hesum flotta endaspurtinum kom føroyski rennarin fyrst um mállinjuna við tíðini 2:15.66. Hetta er væl undir Oyggjaleika kravið á teinunum, sum er 2:20.00. Árið hjá henni uttanfyri landoddarnar byrjaði væl síðsta vikuskifti.

[object Object]
Rebekka kemur á mál eftir góðan endaspurt í snotiligu høllini í Malmö 

[object Object]

Tíðirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder