Í síðstu viku skoraði hon og legði upp í 2-1 sigri, og nú hevur Rebekka Benbakoura aftur skorað fyri GPO Kastoria.
Hetta var í 3-0 sigri, har Rebekka fekk seinasta orðið. Føroyski landsliðsáleyparin rann seg fría í høgru og legði bóltin trygt niður í longra málhorn við høgru innarusíðu.
Málið sæst her - frá 3.22 - í heldur ivasamari myndgóðsku:
Liðið hjá Rebekku hevur seinastu tíðina av álvara slitið seg leyst úr botninum í bestu deildini í Grikkalandi, sum er styrkismett nakað hægri enn Betrideildin. Liðið er á 10. plássi og á veg úr niðara endaspælinum - trý stig eru upp til 7. plássi.
Rebekka Benbakoura hevur skorað trý mál og verið við í fleiri øðrum, síðani hon kom til felagið fyri seks vikum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald