Fríggjadagin klokkan 16:45 skal føroyska A-landsliðið við kvinnum aftur í eldin, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin í næstu viku, og verður tað á útivølli móti Andorra.
Ein av teimum, ið aftur hesaferð myndar føroyska hópin, er Rebekka Fjallsá Benbakoura, ið hevur spælt 18 A-landsdystir fyri Føroyar.
Seinnapartin mánadagin var fyrsta venjingin á skánni, og áðrenn tær av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Rebekku, ið millum annað sigur, at hon vónar at tær kunnu hevna tapið fyri Montenegro fyrr í ár, hóast tær eru greiðar yvir, at hetta allarhelst er besta liðið í bólkinum, ið nú kemur til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald