2025-03-13 20:58

Í morgin 14. mars klokkan 16 verður reisigildi av nýggja kappróðrarneystinum í Norðagøtu.
Tað var í mai, at býráðið í Eysturkommunu samtykti at byggja eitt nýtt nýmótans kappróðrarneyst, og í september bleiv spakin settur í.
Sum nú er, venja rógvararnir inni í einum høli í Leirvík um veturin, meðan venjingin í bátunum fer fram á Gøtuvík. Tríggir bátar standa í einum neysti í Norðragøtu, meðan hinir fýra standa í bingjum á havnalagnum.
Nýggja neystið fer at hava góð og nýmótans venjingarhølir og umklæðingarrúm, umframt pláss til upp til sjey bátar. Trý fimmmannafør, tvey seksmannafør, eitt áttamannafar og eitt tíggjumannafar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald