placeholder
Fótbóltur

Reisigildið við Djúpumýrar

Eftir ætlan skal nýggja skýlið í Klaksvík, Bláa Skýlið har tað vera knapt 300 sitipláss, standa klárt til evropeisku uppgávurnar hjá KÍ komandi summar.

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2019-12-13 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðlýsið skrivar, at í dag hevur reisigildið verið við Djúpumýrar. Hesa øldina hevur eitt skýli verið á norðaru siðu við vøllin í Klaksvík - einaferð komandi ár stendur eitt púra klárt við síðuna av KÍ-høllini á hinari síðuni.

Grundarbeiðið til Bláa Skýlið hevur verið í gongd í fleiri ár, og í fyrr í dag veittraði Merkið á tí reista skýlinum.

Besta mansliðið hjá KÍ skal komandi summar spæla í Champions League og skal spæla minst tveir evropeiskar heimadystir. Ætlanin í Klaksvík er, at teir verða leiktir í Klaksvík og ikki í Gundadali ella Svangaskarði eins og undanfarnu ár. Til tað krevst millum annað, at nýggja skýlið er til reiðar. 

Norðlýsið skrivar, at tað vera knapt 300 sitipláss í Bláa Skýlinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder