Fótbóltur

René, Hørður, Jákup og Sølvi við frá byrjan hesuferð

Eins og í seinasta dysti, móti Skotlandi, spæla Føroyar við trimum miðverjum, har Hørður Askham í kvøld verður tann mittasti av teimum. René Shaki er vongbakkur; Sølvi og Jákup á miðvøllinum. Teir avloysa skaddar ella leikbannaðar leikarar.

Hørður Askham til venjing í Parkini í gjár - hann er ein av teimum trimum miðverjunum í kvøld.

Hørður Askham til venjing í Parkini í gjár - hann er ein av teimum trimum miðverjunum í kvøld.

2021-11-12 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Her er føroyska byrjanaruppstillingin til dystin móti Danmark í Parkini, ið byrjar um 80 minuttir

Føroyar (5-4-1/3-4-3): 
Teitur Matras Gestsson - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson 

Leikskipanin eydnaðist væl móti Skotlandi, og hildið verður fast í henni. Gilli Rólantsson, Heini Vatnsdal og Ári Mohr Jónsson, ið allir byrjaðu inni tá, eru ikki við vegna skaðar. Ávíkavist René Shaki Joensen, Hørður Askham og Sølvi Vatnhamar avloysa teir. Jákup Biskopstø Andreasen verður á sentrala miðvøllinum ístaðin fyri leikbannaða Brand Hendriksson.

[object Object]
René Shaki til venjing í Svøríki - hann hevði leikbann til seinasta dyst (Mynd: Sverri Egholm)

Á bonkinum: Gunnar Nielsen, Mattias 
Lamhauge, Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Jóannes Bjartalíð, Bjarni Petersen, Hannes Agnarsson, Klæmint Andrasson Olsen, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, Heðin Hansen, Patrik Johannesen

Danmark: Kasper Schmeichel - Jens Stryger Larsen, Simon Kjær, Andreas Christensen - Daniel Wass, Christian Nøgaard, Jesper Lindstrøm, Joakim Mæhle - Andreas Skov Olsen, Yussuf Poulsen, Mohamed Daramy

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder