
Tað eydnaðist ikki hjá kvinnunum í 4x100 stafettini, har tað endaði við 5. plássi - tað sá ikki út til at ganga so smidliga við at handa sjálva stafettina.
Í 4x400 gekst, eins og á Guernsey í 2023, væl. Og eins og fyri tveimum árum síðani, vunnu føroysku kvinnurnar bronsu við einum sterkum avriki og einari góðari tíð.
Elisabet Holm Simonsen legði grundarlagið, áðrenn Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø í løtum vunnið væl inn.
Tað var tó rímiliga týðiligt, at Orkney-liðið helst fór at vera ov sterkt. Tað var tó nógv meira eitt stríð um at koma uppá silvurplássið, enn tað var at halda seg á heiðrmerkjaplássið: Føroyar endaðu yvir seks sekund frammanfyri Isle of Man, sum varð nummar fýra.
Margit Weihe Fríðmundsdóttir var tann seinasta av teimum fýra føroysku, sum fekk stafettina. Hon gjørdi nakrar royndir at taka Abi Galpin av Guernsey, og tað var líka við at eydnast. Guernsey endaði tó nummar tvey; beint undir eitt sekund frammanfyri Føroyar.
Tær á føroyska liðnum tyktust tó nøgdar. Maria Biskopstø hevur fyrr á leikunum vunnið gull í 400 metra rimarenning.
Úrslitið (Mynd: orkney2025results.com)
Føroyska 4x400 liðið hjá kvinnum (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)
Jónas Gunnleivsson Isaksen vann eisini gull fyrr í vikuni - hetta var á 400 metrum. Kvívíkingurin endaði eisini oyggjaleikirnar væl á 400 metrum.
Tað sá eitt sindur tungt út hjá monnunum í løtum, men Føroyar hildu sær tætt at heiðursmerkjum, og tá Dánjal Dahl Ljósheim hevði syrgt fyri at runnið liðið nærri, fekk Jónas stafettina at enda.
Hann rann skjótt Føroyar upp á 3. plássið, og so varð ein ógvuliga tættur dystur við Isle of Man um silvurheiðursmerki. Tað var ov langt upp til Jersey á 1. plássi, men Jónas Isaksen vann stríðið við Ben Sinclair, og føroyingarnir stórfegnaðust um silvuri.
Jónas Isaksen fekk aftur nøkur heiðursmerki við heim av hesum oyggjaleikunum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Sum heild ein góður endi uppá eina góðar Oyggjaleikir hjá frælsum ítrótti. Umframt nevndu gullheiðursmerki (Maria og Jónas) vann Tórur Mortensen gull í longdarlopið, og Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð endaðu við søguligum gullheiðursmerki í hálvmaraton í morgun.
Sí eisini: Julian, Rògvi og Neli vunnu gull í liðkappingini
Rógvi Kárason, Julian Gregersen og Neli Heldarskarð: Ovurfegnir eftir søguliga sigurin (Privatmynd)
Umframt tey fýra gullheiðursmerkini, vunnu Føroyar trý silvur- og fimm bronsuheiðursmerki í frælsum ítrótti á Orknoyggjunum.
Dagført: 16.20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald