2022-08-11 15:50
Seinasta hond verður í hesum døgum løgd á rennibreytina í Klaksvík.
Í dag verður farið undir at mála hana.
Málingin verður sproyta á og tí er vandi fyri, at nakað av máling fýkur við vindinum.
Tí verður heitt á fólk, um ikki at seta bilin kring rennibreytina komandi dagarnar, meðan arbeiðið verður framt, sigur Klaksvíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald