Stórur spenningur er í fleiri greinum, nú fjórða av fimm FM kappingum, verður á breytini í Marknagili leygardagin klokkan 15, skrivar Føroya Ríðingarfelag.
Í Tølt eru heili fýra ross, sum hava møguleika at vinna FM. Fremstur er Strákur við 14 stigum, og tvey ross liggja nummar tvey við 12 stigum – Sirkill og Tango. Beint í hølinum á teimum er Tibrá, ið hevur 11 stig.
Skeiðkappingin tyktist meira ella minni avgjørd áðrenn ólavsøku. Stígur úr Bø hevði vunnið báðar tær fystu kappingarnar og lá greitt á odda. Á ólavsøku gjørdi Syrpa tó ein vørr og vann, og av tí at Stígur gjørdist nummar trý á degnum, er munurin teirra millum nú bara tvey stig. Stígur hevur 18 stig og Syrpa 16 stig.
Travkappingin er helst avgjørd. Grettir av Argjum hevur vunnið alt higartil, hevur 21 stig og tað skal ganga honum illa, um hann ikki vinnur FM. Nummar tvey í Trav er prinssesa við 12 stigum.
Eisini Tvíspor ung er mest sum avgjørt. Sirkill hevur vunnið allar kappingarnar, hevur 21 stig og tykist einaráðandi í greinini. Kappingin um annað pláss er í løtuni millum Grettir Reyða og Kiljan, ið hava ávíkavist 12 og 11 stig.
Tann spenningur, ið ikki er í Tvíspor ung, hann er til ólukkumát tilstaðar í Tvíspor vaksin l flokkur. Har eru heili fýra ross, ið hava møguleika at vinna FM. Fremst eru Silfá og Thor, sum bæði hava 15 stig. Beint í hølinum á teimum kemur Bragi við 14 stigum, og Freyr, ið hevur 12 stig. Seinasti riðilin í kappingini leygardagin er millum Silfu og Thor, hinir báðir FM avbjóðarinir eru deildir í hvør sín riðil, so har kann alt henda, skrivar Ríðingarfelagið.
Allir riðlarninir kunna síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald