Sum liður í ungdómsmenningini hjá Ríðisambandi Føroya, hevur ungdómsmennarin Nina Brockie hetta vikuskiftið verið í Suðuroy og lagt lag á hjá ungu limunum í felagnum Suðurross.
Suðurros er nýggjasti limurin í Ríðisambandinum og tí er sera hugaligt at ungdómsmenningin nú eisini røkkir teirra limum, skrivar Ríðisambandið í tíðindaskrivi.
Nina Brockie ungdómsmennari, letur væl at umstøðunum hjá Suðurross ið húsast í gomlu smoltsstøðini í Hovi. Eisini rósar Nina hugburðin hjá teimum ungu reiðfólkunum í Suðuroy.
(Mynd: Ríðisamband Føroya)
Ríðisamband Føroya er vaksið nógv seinastu árini. Frá trimum limafeløgum fyri nøkrum fáum árum síðani, til nú at sætta felagið hevur søkt um limaskap, og hetta fegnast nevndin í Ríðisambandinum um.
Eisini fegnast Ríðisambandið um, at sambandið nú eisini fevnir um tvær av størri oyggjunum, sum ikki fyrr hava verið umboðaðar – Eysturoy og Suðuroy.
Stóra avbjóðingin hjá nýggju feløgunum er heilt vist høgi kostnaðurin at byggja felagsfjós, hallir og ríðibreytir, men Ríðisambandið fegnast um góða hugburðinum í nýggju feløgunum og vónar, at tey við góðari hjálp kunna røkka sínum málum, skrivar Ríðisambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald