Annað

Ríðing: Spenningur í Marknagili

Stórur spenningur er í fleiri greinum, nú FM skal avgerðast kl. 14 í dag.

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

2022-08-27 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin klokkan 14 verður FM kappríðing á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili, og sambært Ríðingarfelagnum er tað sjáldan, at spenningurin er so stórur, sum hann er nú, undan fimtu FM kappingini í kappríðing.

Bara ein FM grein av fimm er avgjørd undan seinasta kappingardegi. Greinin ið er avgjørd er Skeið, har Orka við Ranju K. H. Djurhuss hevur verið einaráðandi og vunnið allar kappingar higartil.

Í Tølt er Strákur við Bárði Johannessen greitt á odda, men teir skula hava stig á degnum, um teir skula tryggja sær FM. Sama støða er galdandi í Trav, har Grettir við Halli Hansen er greitt á odda, av teimum rossunum sum eru tilmeldaði, men teir skula eisini hava stig um teir vilja vera heilt tryggir.

Í Tvíspor ung og Tvíspor vaksin er talan um reinar FM finalur – Í Tvíspor ung er Silfá og Ása Bárðardóttir á odda, men tey hava bara tvey stig niður til Sirkill og Ranju K.H. Djurhuus. Hesi rossini renna móti hvørjum øðrum, so tann, ið er fremri á degnum, vinnur FM.

Sama støðan er galdandi í Tvíspor vaksin, har kappast Svanna við Barbaru Carlsen móti Braga við Jónu Ólavsdóttir. Undan degnum í dag er Bragi eitt stig frammanfyri Svannu, so eisini her er tað tann, ið er fremri á degnum ið vinnur FM.

Her síggjast paringar til kappingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder