Fótbóltur

Riga FC stendur sum stórfavorittur til seinna røkkstøkkdystin móti KÍ

Lettisku meistararnir hava heimavallarfyrimun, tá alt skal avgerast hósdagin klokkan 18, og tað merkist hjá veddingar- og greiningarfyritøkunum.

Tað endaði við málleysum javnleiki við Djúpumýru í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Tað endaði við málleysum javnleiki við Djúpumýru í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-26 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga FC hevur nakrar av profilunum, sum ikki vóru við í Føroyum, tøkar, og spælir á heimavøllinum í lettiska høvuðsstaðnum. Har er meistaraliðið ógvuliga sterkt - eisini í Evropa.

Tað er greitt, at talan verður um stóra uppgávu hjá KÍ, sum í annaðkvøld skal vinna í Riga fyri at spæla seg í Conference League-deildarspælið. KÍ hevur tó roynt tað fyrr - Riga hevur ikki. Dysturin við Djúpumýru vísti ikki serliga stóran mun á liðunum ta kvøldið.,

Veddingarfyritøkur hava heimaliðið sum stórfavortt hóskvøld: Odds millum 1,40 og 1,45 á Riga sigur hjá flestu síðunum, meðan KÍ gevur peningin yvir seks ferðir aftur hjá teimum flestu.

Greiningarfyritøkur peika eisini á lettiska liðið. KÍ skal royna at prógva nakað annað.

Sí eisini: Skulu royna at fáa tað at rigga í Riga hóskvøldið

Conference League røkkstøkk umfar (play-off) - seinni dysturin 
Hósdagin 27. august, Skonto Stadion
18.00: Riga FC - KÍ (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder