- Vit gjørdist varug við hetta, tá tað sá út til, at Viaplay kundi enda í somu støðu. Um KÍ var komið í play-off í Champions League, skuldi Viaplay framleitt dystin í Føroyum, tí Viaplay hevur rættindini til tí kappingina. Hvørki vit ella Viaplay vóru varug við hesa støðuna í summar, greiðir John Hansen frá.
Redakatiónsstjórin á TV2 hevur tosað við BT í samband við heldur serligu støðuna, sum danska sjónvarpsrásin er endað í. TV2 hevur rættindini til at vísa dystirnar í bólkaspølunum í bæði Europa League og Conference League í Danmark. At rásin hevur keypt rættindini frá UEFA merkir eisini, at TV2 skal framleiða dystirnar, sum eru á danskari jørð.
Í avtaluni stendur "Kingdom of Danmark. Og her kemur KÍ inn í myndina. Føroyar eru jú partur av hesum danska ríkinum, og tí hevur TV2, umframt at framleiða dystirnar hjá FC Nordsjælland, eisini skyldu at framleiða dystirnar hjá KÍ.
- Tað er ikki ein støða, ið vit hava verið í fyrr, tí einki føroyskt lið hevur verið í einum bólkaspæli áður (...) hetta er ógvuliga spennandi fyri Føroyar, og eitt lítið ævintýr sum man er í gongd við har uppi, sigur John Hansen.
Sí eisini:
Danskt sjónvarp vísir KÍ
KÍ-dystir ov dýrir fyri KVF
Hann staðfestir eisini, at TV2 fær góða hjálp til framleiðsluna frá Kringvarpi Føroya. Tey samstarva, men at framleiða KÍ-dystirnar í bólkaspælinum verður heldur dýrari enn vanligt hjá TV2, m.a. tí lyklalutir og lyklapersónar skulu til Føroya í samband við framleiðsluna.
KÍ spælir tann fyrsta av trimum dystunum í Conference League-bólkaspælinum á Tórsvølli hósdagin 5. oktober, tá franska stórfelagið Lille vitjar. Framleiðslulið frá TV2 verður til staðar, og dysturin verður at síggja á rásini TV2 Sport X og stroymingartænastuni hjá TV2, TV2 Play. Dysturin sæst ikki á føroyskari rás.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald