Fótbóltur

Risastór uppgáva stendur fyri framman hjá KÍ í Sveis

Young Boys hevur sitið á sveisiskum fótbólti seinastu árini og hevur verið í evropiskum bólkaspæli seinastu fýra árini. Á pappírinum hava føroyameistararnir sera lítlan møguleika í kvøld.

Venjing hjá Young Boys í gjár á Wankdorf leikvøllinum (Mynd: EPA)

Venjing hjá Young Boys í gjár á Wankdorf leikvøllinum (Mynd: EPA)

2020-08-26 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Olympiakos, Porto og Manchester United. Tað eru útiliðini, ið hava vunnið í Bern í evropeiskum bólkaspælsdysti seinnu árini. Mætasta liðið, ið hevur verið fyri ósigri har seinnu árini, er Juventus í bólkaspælinum í Champions League fyri tveimum árum síðani. Rangers, Feyernoord og APOEL eru millum liðini, ið hava lútað fyri Young Boys í Bern, og Valencia fekk bert javnleik í 2018.

Í 2016, 2017 og 2019 var Young Boys í bólkspælinum í Europa League. Har endaði liðið, av tí at tað ikki eydnaðist at vinna í playoff-dystunum í Champions League. Tað er heldur ikki eydnast hjá sveisiska liðnum at koma víðari hesi árini.

[object Object]Jean Pierre Nsame er málmaskinan hjá Young Boys (Mynd: EPA)

Tað gjørdi teir tó í 2014, har Slovan Bratislava, ið KÍ skuldi møta í 1. umfari í seinastu viku, varð hølvað av 8-1 samanlagt, og Napoli varð koppað í Bern. Í 1/16-finaluni var Everton tó ein alt ov stórur biti.

Í Sveis hevur Young Boys yvirtikið leiklutin hjá Basel sum nógv tað sterkasta liðið. Seinastu trý árini hevur liðið vunnið sveisiska meistarheiti og hevur júst spælt seg í sveisisku steypafinaluna, ið verður sunnudagin - tað er orsøkin til, at dysturin ikki kundi flytast eitt samdøgur, ið KÍ annars ynskti.

[object Object]KÍ stríddist sera væl móti Luzern úr Sveis í Europa League í fjør. Báðir dystirnir endaðu 0-1. Her sæst Simen Sandmæl, dugnaligi norðmaðurin, á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

Sama kvøld sum KÍ vann 7-0 í Streymnesi, sló Young Boys Luzern út í fjórðingsfinaluni eftir longda leiktíð, í einum dyst ið meistararnir sótu á. Luzern var liðið, ið Kí tapti tvær ferðir 1-0 ímóti í Europa League í fjør. Í Sveis var sera nær við, at KÍ skoraði, og at tað bar á mál við at halda egna mál reint.

Slíkt hevur Mikkjal Thomassen helst nýtt í fyrireikingunum og fyri at seta leikararnar upp, og tað er eingin ivi um, at tað er eitt altjóða “snit” yvir liðnum. Tó verður Young Boys helst ein ov stórur biti at gloypa. Liðið endaði farna kappingarár 30 stig frammanfyri Luzern - í einum kappingarári har áleyparin Jean Pierre Nsame skoraði heili 32 mál. Hjá veddingarfyritøkunum loysir tað seg so at siga ikki at koyra pengarnar á Young Boys, meðan KÍ hjá summum gevur peningin 50 ferðir aftur - hjá øðrum 76 ferðir.

Les eisini: KÍ hevur so at siga allar leikarar tøkar

Hetta er fyrsti Champions League-dystir hjá KÍ í tjúgu ár. Seinast var ímóti Reyðu Stjørnu úr Beograd í 2000, har klaksvíkingar taptu 5-0 samanlagt. Fyrsta bríksl í Bern er klokkan 19.15. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Dysturin verður vístur í Kringvarpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder