Á aðalfundinum hjá EB/Streymi í kvøld boðaði formaðurin Jógvan í Skorini frá, at hann ikki tók við afturvali.
Rógvi Egilstoft varð á fundinum valdur til nýggjan formann í EB/Streymi.
Rógvi tekur við sum fyribils formaður, meðan fyrireikingarnar til komandi ár eru í gongd.
Nevndin sum hevur sitið seinasta árið heldur fram. Tey eru Egil á Bø, Judith í Skorini Jacobsen, Beinta Lisberg og Djóni Eidesgaard.
Tiltakslimir eru nú Tove Kruse Samuelsen og Jan Djurhuus.
Jógvan í Skorini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
- Samstarvið í nevndini hevur verið gott, fíggjarliga gongur væl og felagið er í holt við at fyrireika seg til komandi ár, segði Jógvan í Skorini og takkaði fyri seg.
Tað er tíðarkrevjandi at vera formaður í einum fótbóltsfelagi, og sum støðan er í løtuni strekkir tíðin ikki til, boðaði fráfarandi formaðurin frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald