FSF boðar frá, at liðið til fjórða dystin í hesari EM-undankappingini nú er sett. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli í kvøld, har vit á fyrsta sinni spæla ímóti Norra í undankappingardysti
Venjararnir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini í mun til dystin móti Spania fríggjakvøldið. Tær eru ikki so óvæntaðar: Rógvi Baldvinsson, ið altíð hevur búð í Norra, byrjar inni á vejrukenda miðvøllinum, og René Shaki Joensen, sum varð spardur móti Spania, byrjrar á vinstra vongi. Annars er verjuketan hin sama sum í hinum trimum dystunum í undankappingini, og málverji og fremsti maður fáa afturval. Profilarnir: Brandur, Hallur og Sølvi byrja allir inni.
Føroyska liðið: Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, René Shaki Joensen - Hallur Hansson - Klæmint Andrasson Olsen.
Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Heini Vantsdal, Árni Frederiksberg, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.
Sí eisini:
Rógvi er vaksin upp saman við onkrum av norsku leikarunum
Undan dystinum er Norra nummar fimm í bólkinum við tveimum stigum. Í fyrsta umfari taptu norðmenn 2-1 á útivølli móti Spania. Síðani spældu teir javnleik 3-3 á heimavølli móti Svøríki, og farna fríggjadag spældu Norra og Rumenia javnleik 2-2 á Ullevaal Stadion í Oslo, eftir at Norra annar var frammanfyri 2-0, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Føroyar eru aftast í bólki F við ongum stigi
Fyrsta bríksl er klokkan 19.45. Vit dagfrøra støðuna frá Tórsvølli og hava myndir frá dystinum. Eftir seinasta bríksl taka vit samanum og fáa viðmerkingar. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald