Fótbóltur

Rógvi verður kortini ikki við

Leikarin við 47 landsdystum og fýra málum hevur, sambært bolt.fo, givið avboð til heimadystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova vegna skaða. Tað er óvist, um nakar kemur í hópin ístaðin fyri Rógva Baldvinsson.

Rógvi Baldvinsson verður ikki at síggja til venjing í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Rógvi Baldvinsson verður ikki at síggja til venjing í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-30 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðani kunngjørdi Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hvørjir 25 leikarar eru úttiknir til uppgávurnar, sum eru á skránni næstu vikuna.. Sum vanligt var Rógvi Baldvinsson ein av teimum úttiknu. Nú 31-ára gamli verjuleikarin/verjukendi miðvallarin hevur spælt 47 A-landsdystir og skorað fýra mál. 

Rógvi spælir til dagliga við Bryne í næstbestu norsku deildini, men var ikki við í gjár, tá Bryne tapti 2-1 fyri Stjordals Blink og hevur ikki spælt við í teimum trimum dystunum hjá liðnum eftir summarsteðgin vegna skaða.

Nú er eisini greitt, at Rógvi Baldvinsson hevur givið avboð til teir næstu tríggjar landsdystirnar. Hetta skrivar bolt.fo á heimasíðu sínari. Har stendur eisini, at tað er óvist, um nakar kemur í hópin ístaðin fyri Rógva.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur í kvøld sína fyrstu venjing fram ímóti teimum teimum heimadystunum á Tórsvølli í HM-undankappingini. Føroyar spæla mikukvøldið klokkan 19.45 móti Ísrael. 

Hópurin:

Málverjar: 

Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (NOR)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Heri Hjalt Mohr, HB 
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (NOR)


Miðvallarar: 
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Tróndur Jensen, NSÍ
René Shaki Joensen, HB)
Hallur Hansson (Einki felag)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Petur Knudsen, Lyngby (DK)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (NOR)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
John Frederiksen, SKU Amstetten (EYS)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder