Hondbóltur

Rói Berg Hansen skal spæla við HØJ

23-ára gamli vinstri vongurin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við liðið í næstbestu donsku deildini.

Rói til landsliðsvenjing í Royal Arena fyri sløkum ári síðani. Hann sigur í samband við skiftið, at tíðin er røtt fyri hann at taka hetta fetið (Mynd: Sverri Egholm)

Rói til landsliðsvenjing í Royal Arena fyri sløkum ári síðani. Hann sigur í samband við skiftið, at tíðin er røtt fyri hann at taka hetta fetið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-31 11:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Farnu árini hevur Rói Berg Hansen spælt fyri FIF, ið hevur heimstað á Frederiksberg í Keypmannahavn. Fyrst eitt ár í næstbestu deildini, í fjør í triðbestu deildini og so aftur í næstbestu deildini í ár. Jónas Gunnarson Djurhuus, Tóraldur Kollsker og Eirikur Simonsen hava verið millum liðfelagarnir hjá Róa hetta kappingarárið, men liðið liggur í løtuni til niðurflyting - óvist er hvussu verður við restina av kappingarárinum í Danmark.

Greitt er tó nú, at Rói Berg Hansen fer at spæla í næstbestu donsku deildini aftur næsta ár. Í gjárkvøldið varð kunngjørt, at føroyski landliðsleikarin hevur skrivað undir við HØJ (Håndboldfællesskabet Ølstykke Jyllinge), sum ið løtuni liggur nummar 8 í deildini. Felagið hevur heimstað í Ølstykke, ið liggur nakað frá Keypmannahavn. Jónas Djurhuus spældi eitt skifti við felagnum í 2017 og 2018

- Í Róa fáa vit ein sera spennandi vongleikari. Hann er dugnaligur í kontraspælinum og ein sterkur avsluttari. Afturat tí hevur Rói sterkan hugburð og sera gott energi. Hann er sera íðin, tá tað kemur til sín hondbólt, og hann kann, við einari blanding av hørðum og miðvísum arbeiði í okkara venjingarumhvørvi, menna seg til at verða ein profilur í deildini. Rói hevur í kappingarárinum víst seg væl fram í bæði 1. division og á føroyska landsliðnum

Hetta sigur Jesper Fredin, høvuðsvenjari hjá HØJ, við heimasíðuna Sport Norðsjælland. Hann metir, at føroyski leikarin verður ein sera góður avloysari fyri Emil Bramming. Hann er beiggi danska landliðsvongin Magnus Bramming, og hann fer allarhelst at royna seg í Svøríki komandi tíðina.

[object Object]
Rói Berg Hansen og Jesper Fredin (Mynd: sn.dk)


Rói Berg Hansen sigur við sn.dk, at hetta tykist sum rætta stigið víðari hjá honum nú: 

- Eftir trý kappingarár í FIF er tað tíð til nýggjar avbjóðingar og til at taka eitt fet víðari. Eftir nøkur góð prát við Jesper Fredin eri eg vísur í, at HØJ er tað rætta staðið fyri mína víðari menning sum leikari. Eg gleði meg at koma til eitt framsøkið felag, ið vil upp at spæla við um tey stuttligu plássini. 

Rói er uppvaksin í Neistanum. Hann fyllur 24 ár um smáar tvær vikur. Havnarmaðurin er skrásettur fyri 13 A-landsdystir fyri Føroyar og var fastur maður á vinstra vongi í farnu EM-undankapping. Rói Berg Hansen og Høj hava gjørt ein tve-ára sáttmála. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder