Hondbóltur

Rói gjørdist toppskjútti í Burn-deildini

19-ára gamli hoyvíkingurin var lyklaspælari á greipuliðnum - hann hevði eisini nógv flest skot í deildini. Bjarni í Selvindi hjá StÍF hevði næstan sjey mál í miðal fyri hvønn dyst.

Tað var mangnan torført at tálma Róa Ellefsen á Skipagøu, sum í sínum síðsta kappingarári í Føroyum fyribils skoraði næstan seks mál í miðal fyri hvønn dyst. Her sæst hann í dysti í Vestmanna - tveir VÍF'arar vóru eisini í topp-fimm (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað var mangnan torført at tálma Róa Ellefsen á Skipagøu, sum í sínum síðsta kappingarári í Føroyum fyribils skoraði næstan seks mál í miðal fyri hvønn dyst. Her sæst hann í dysti í Vestmanna - tveir VÍF'arar vóru eisini í topp-fimm (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-18 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Burn-deildin hjá monnum fekk sín enda í gjárkvøldið, tá H71 vann 25-21 á VÍF í fjórðu finaluni. Harvið bleiv tað 3-1 í finalurøðini. Tað skulu tríggir finalusigrar til fyri at gerast føroyameistari, og harvið kundu hoyvíkingar fáa gull og greipu í gjárkvøldið.

[object Object]
Fagnaður um enn eitt steyp í Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Myndir: Hoyvikingar føroyameistarar 2023
Alt glitrar í Hoyvik

Nú hevur Handballstaz, føroyska hagtalssíðan fyri hondbólt, gjørt upp. Øll málini er nú skrásett, og tað var føroyameistarin Rói Ellefsen á Skipagøtu, ið gjørdist toppskjútti. 19-ára gamli spælskiparin hjá H71 skoraði 143 mál - sjey færri enn Filip Jojic. Ein annar hjá VÍF er eisini á topp-fimm listanum, høgri bakkurin Hallur Árason.

Rói, Hallur og Filip høvdu allir vunnið sær møguleikan at spæla fleiri dystir enn teir á hinum liðunum. 35-ára gamli Tróndur Kragesteen hjá Neistanum, ið spældi hálvfinalur, og 20-ára gamli Brian Slyne, sum umboðaði bæði Kyndil og KÍF í ár, vóru báðir eisini í topp-fimm

[object Object]
Mynd: handballstatz.com

Tað sæst á yvirlitinum, at Rói Ellefsen á Skipagøu hevði nógv flest skot í kappinini (280). Spælskiparin skoraði ikki lutfalsliga eins nógv uppá síni skot, sum hinir í oddinum, men hann hevði jú eisini ógvuliga nógvar skotroyndir, og tað var eisin isermerkt, at Rói á Skipagøtu skeyt nógv færri brotskøst enn millum annað royndu Filip og Tróndur, og hevði hann flest mál "í spæli" (140) - lámi bakkurin úr Kvívík, Hallur Árason, skoraði øll síni 120 mál í spæli.

Afturat teimum fimm, ið síggjast omanfyri, komu Ovi Lützen og Bjarni í Selvini eisini uppum 100 mál. Hesir báðir bakspælarnir hava, eins og Rói og Brian, báðir aldur til U21-landsliðið, sum skal til HM í summar. Ovi umboðaði bæði Kyndil og Neistan í ár. Bjarni var tann spælarin við hægst miðaltalið í allari kappingini. 20-ára gamli skálamaðurin skoraði heili 6.9 mál í miðal fyri hvønn dyst hann spældi. Bjarni í Selvini og Ovi  Lützen eru skaðadarvaðir í løtuni, men verða vónandi til reiðar til HM-endaspælið í Týsklandi.

Sjúrður Olsen og Ísak Vedelsbøl skutu báðir beint undir 100 mál í Burn-deildini (99) og strandingurin Pætur Johansen, 96 mál, fullfíggja topp-tíggju.

Til ber at síggja alt yvirlitið her

Á handballstatz.com er eisini millum annað yvirlit yvir SMS-deildina hjá kvinnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder