- Hevði ikki nortið við ein bólt í yvir tveir mánaðir. Nú eri eg byrjaður at venja við Køge, sum eg skal spæla við næsta kappingarár.
Hetta fortaldi Rói Berg Hansen, tá vit fyri stuttum tosaði við havnamannin í sambandi við longri samrøðu til Blaðið.
28-ára gamli landsliðsspælarin hevur havt sínar avbjóðingar uttanfyri vøllin farna árið, og í mars "krassjaði" Rói:
- Har var einki at taka feil av. Kroppurin gav eftir. Hann segði stopp, og eg hevði einki at skulla sagt. Eg hevði strongd.
Hondbóltsspælarin hevur altíð havt kropp sín at líta á og verið kendur fyri at vera orkuríkur. Tá í mars kom hann í eina støðu, har hann millum annað ikki kom upp úr songini í trý heil samdøgur. Næstu tíðina var tungt at gera gerandisuppgávur.
- Frá viku tvey í mínari sjúkramelding skrivaði eg allar góðar upplivingar niður. Tá var tað framgongd at reisa meg upp, at busta tenn, at tendra tónleik, at rudda eitt sindur og at fara út at ganga ein lítlan túr. Sindur sum eitt smábarn, sum mennist spakuliga: Alt var framburður. Samleikin fer frá at hava verið til EM-endaspæl tveir-tríggjar mánaðir frammanundan, at hava verið nógv í miðlum, at hava verið við til at fingið javnleik móti Noreg – til hetta. At skriva niður: “Gott arbeitt, Rói! Tú hevur koyrt tallerkin í uppvaskimaskinuna”. Mótsetningurin er øðiligur.
Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Ein nýggj byrjan á vøllinum
Rói viðurkennir fyri Portalinum, at hann var nær við at sleppa hondbóltinum, tí fyrstu tíðina hevði hann tað fínt uttan. Mentala yvirskotið var eisini umráðandi. Tó ásannaði vongurin, at hann framvegis vil ov nógv hondbólti til at gevast. Hondbólturin skal tó ikki verða sum eitt arbeiði aftur. - Tað riggar ikki fyri meg, staðfestir hann.
Um sítt nýggja felag sigur Rói soleiðis.
- Teir eru júst fluttir niður til triðbestu deildina, og venja einaferð færri um vikuna enn HØJ, sum er í næstbestu deildini. Eisini venur liðið einaferð um vikuna í Keypmannahavn, so har fer venjingartíð og tíð til ferðing burtur, í mun til hvat tað hevur verið. Trýstið er eitt sindur minni, og tað er ikki líka nógv ferðing til útidystir.
Hetta er hóskandi til støðuna hjá Róa Berg Hansen, sum viðurkennir, at hann skal ansa sær væl næstu tíðina. Tað snýr seg millum annað um ikki at verða raktur av strongd aftur, sigur Rói, ið eisini livir við ADD.
Rói Berg Hansen er framvegis sjúkrameldaður men er spakuliga komin í gongd aftur við ymiskt í dagligdegnum - millum annað hondbóltin. At framhaldandi verða partur av landsliðnum er eitt av málunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Køge Håndbold fer at royna at koma upp í næstbestu donsku deildina aftur, og tað verður helst við Róa Berg Hansen í stórum leikluti á vinstra vongi. Hann hevur verið partur av føroyska A-landsliðnum í sjey ár, og vil tað enn.
Í samrøðini herfyr greiddi Rói frá, hvussu tað kendist at síggja HM play-off dystin móti Norðurmakedónia í sjónvarpinum. Hann ásannaði eisini, at at kappingin um plássið frá serliga Leivi Mortensen og Janusi Dam Djurhuus úr næstbestu donsku deildini er hørð.
- Tað var sum so eisini tá, at eg segði við meg sjálvan: "Eg eri yvirhøvur ikki til reiðar at geva upp og at ikki vera partur av hesum meira". Veit at tað fer at krevja nógv arbeiði. Eg skal eisini vera nóg góður og koma upp á mítt allarbesta aftur fyri at hava møguleikan – bæði Leivur (Mortensen, red.) og Janus (Dam Djurhuus, red.) eru jú ótrúliga dugnaligir. So at síggja dystin í Føroyum eggjaði meg av álvara til at koma í gongd aftur at spæla hondbólt.
Rói Berg Hansen er úttikin til venjingardystirnar í Japan fyrst í juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald