Annað

Rókur og Vár áttu bestu úrslitini fyrsta dag á EJM

Føroyskir svimjarar luttaka á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Helsinki.

Føroyska ferðalagið

Føroyska ferðalagið

2018-07-04 12:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing er í hesum døgunum í Helsinki í Finnlandi, og fleiri føroyskir svimjarar luttaka á stevnuni.

Fyrsti dagur var í gjár, og seks av føroysku svimjarunum vóru í hylinum. Úrslitini vóru hesi:

Kvinnur 50 m bringu – Rebekka Trygvadóttir - 35.75

Kvinnur 100 m frí – Alisa Vestergård - 1:02.12

Kvinnur 100 m frí – Vár E. Eidesgaard - 59.41

Menn 400 m frí – Johan N. Dam - 4:14.71

Kvinnur 400 m blandað – Rebekka Trygvadóttir -  5:28.51

Menn 200 m bringu – Rani Jacobsen - 2:34.49

Menn 200 m bringu – Rókur Trygvason - 2:25.45 

Bestu avrikini áttu Rókur Trygvason og Vár E. Eidesgaard. Rókur fekk 660 FINA stig fyri sína tíð í 200 m bringu, meðan Vár fekk 659 FINA stig í 100 m frí.

placeholder
placeholder