Annað

Róland og Lea settu føroysk met í Reykjavík

Í báðum førum var talan um 50 metra bringu. Líggjas Joensen úr Ægir var annars stóri heiðursmerkjaslúkurin, tá samanlagt 43 svimjarar úr Ægir, FS, HS og SuSvim luttóku og stóðu seg væl til Reykjavík International í vikuskiftinum.

Róland Toftum betraði um metið á 50 metra bringu á langgeil, ið hann sjálvur átti. Vágbingurin svam teinin við tíðini 29.36 í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Róland Toftum betraði um metið á 50 metra bringu á langgeil, ið hann sjálvur átti. Vágbingurin svam teinin við tíðini 29.36 í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-31 18:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.

Hetta skrivar svimjing.com á heimasíðu sínari. 

Har verður staðfest, at sum heild stóðu teir 43 føroysku svimjararnir seg væl, og at tey flestu svumu sínar bestu tíðir í, í minsta lagi einari grein. Tað eru sera góð tøl, fyri eina stevnu í januar mánaða, skrivar heimasíðan.

Met og juniormet - 31 heiðursmerki

Tvey megnaðu at seta samanlagt trý met í Reykjavík. Fyrst var tað Lea Osberg Højsted (2008, Ægir), sum fríggjakvøldið setti nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringu við tíðini 34.31. Síðani var tað meira royndi Róland Toftum (1998, SuSvim), ið sunnukvøldið setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringu á langgeil við tíðini 29.36. Vágbingurin átti sjálvur gamla metið á 29.43 sekund frá Danish Open í 2017.

Føroyingarnir vunnu tilsamans seks heiðursmerki (1 gull, 1 silvur og 4 bronsur) í opna bólkinum, og heili 25 heiðursmerki (9 gull, 6 silvur og 10 bronsur) í yngru bólkunum. Serliga ein ungur svimjari skaraði framúr, vísir svimjing.com á

- Á yvirlitinum her sæst hvør ið vann hetta ymiska, har vit síggja m.a. at Líggjas Joensen (2008, Ægir) var tann stóri heiðursmerkjaslúkurin við einum gulli og tveimum bronsum í opna bólkinum, umframt 5 gullheiðursmerkjum í yngra bólkinum.

Bestu avrik

Líggjas Joensen (2008, Ægir) hevði eisini besta avrik av øllum teimum sum hoyrdu til yngru bólkarnar, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing gull bæði í opna og yngra bólkinum, við tíðini 16:47.36 sum gav 646 FINA stig. Fyri tað varð hann heiðraður í Laugardalshøllini og fekk eina gávu afturfyri, skrivar svimjing.com.

Besta avrik av øllum føroyingum átti Róland Toftum, tá ið hann setti metið í 50 metra svimjing við tíðini 29.36. Hetta gevur 690 FINA stig.

- Besta avrik hjá føroyskum kvinnum, átti Eyðrið Mortensen (2003, HS), tá ið hon í 200 frí svam seg til 2:11.23 og 638 FINA stig, meðan Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) átti besta úrslit hjá yngri kvinnum, tá ið hon í 50 rygg svam seg til 32.31 og 582 FINA stig.


Ferðatrupulleikar 

Sambært heimasíðuni svimjing.com var sum heild talan um eina væleydnaða stevna, serliga tá ið hugsað verður um FS, HS og SuSvim høvdu avbjóðingar við flogferðsluni, so at tey ikki náddu fram til fyrsta partin fríggjakvøld. Harvið varð neyðugt við blíðskapi frá íslendingum fyri at sleppu at svimja teir 50-metrarnar, afturat vanligu innleiðandi riðlar, leygarmorgunin.

Ægir høvdu valt at ferðast yvir til Íslands longu mánadagin, og vórðu tí ikki ávirkaði av trupulleikunum við flogferðsluni. Til hesa stevnu vóru tað feløgini sjálvi sum skipaðu fyri ferð og luttøku, soleiðis sum vit hava havt tað nú í nøkur ár.

Til árligu Reykjavík International luttóku feløg úr millum annað Fraklandi, Stórabretlandi, Danmark og Noregi.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder