Annað

Róland Toftum setti nýtt føroyskt met í 50 bringu

Við tíðini 28.30 tók Róland Toftum sítt egna met frá 2019.

2022-12-11 20:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Svimjisamband Føroya: Róland Toftum setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil.

Tað gjørdi hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival, og svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar.

Hann átti sjálvur føroyska metið upp á 28.37 sekund, frá NM í Tórshavn í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder