Hann misnýtti brotsspark í fyrra hálvleiki, og beint fyri steðgin legði John Egan úr Sheffield United útiliðið á odda á Estadio Algarve.
Næstan allur seinni hálvleikur fór afturum, men so var hann har, sum hann skuldi vera: Maðurin við sjey-talinum á rygginum. Við góðum stútara eftir innlegg frá Guedes í 89. minutti tók Cristiano Ronaldo metið sum mest skorandi mannligi leikari í landsliðshøpi nakrantíð.
Ronaldo vísti aftur sína styrki í luftspælinum og gjørdist aftur avgerandi
Myndir: EPA
Mál nummar 111 kom nakrar minuttir seinni. Tá 95 minuttir vóru leiktir legði Jao Mario innfyri, og aftur var Ronaldo hægst, fremst og sterkast, og so tók 36-ára gamli áleyparin blusuna av og vísti sín topp-trimmaða kropp fram og fegnaðist saman við liðfeløgunum um trý týdningarmikil stig í HM-undankappingini.
Portugal hevur tíggju stig fyri fýra dystir í bólki A, og Ronaldo hevur nú skorað fleiri landsliðsmál enn Ali Daei úr Iran. Í EM-endaspælinum, har portugisin gjørdist toppskjútti, kom hann undir liðuna á Daei. Leygarkvøldið skal maðurin, sum nú er einsamallur á tindinum spæla venjingardyst í Katar, og síðani gongur leiðin til Aserbadjan, har undankappingardystur er á skránni týsdagin. Leygardagin 11. september verður Cristiano Ronaldo allarhelst aftur at síggja í Manchester United-blusu á Old Trafford.
Fótbóltur
Ronaldo er nú tann mest skorandi í landsliðshøpi
Við tveimum stútarum seint í dystinum móti Írlandi gjørdist Ronaldo dystaravgerandi og tók samstundis metið einsamallur.
Ronaldo fegnast eftir sigurin og metið (Mynd: EPA)
2021-09-02 21:19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald